Súni Olsen hevur drigist við ein lítlan skaða seinastu tíðina, men tað tykist heilt víst, at hann verður tøkur til landsdystin leygardagin. Í gjár vandi hann saman við hópinum hjá GÍ, og hetta var fyrsta ferðin síðani skaðan, at hann vandi við bólti. Og hetta gekk heilt væl. Sjálvur staðfesti Súni eisini eftir venjingina, at hann er púrasta til reiðar at fara undir avbjóðingina móti italsku stjørnunum.