Súni var við í AaB-sigri

Súni Olsen byrjaði á vøllinum, tá ið AaB vann sín fyrsta superliga-dyst í ár. Eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Poul Hübertz 12 minuttir fyri tíð. Dysturin var ímóti AC Horsens, har Johan Byrial Hansen er ein av spælarunum. AaB manglaði fleiri av sínum føstu spælarunum til dystin orsaka av leikbanni og skaðum, og Súni Olsen var ein av teimum, sum fekk kjansin. Hann spældi í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út. Jón Rói Jacobsen var ikki við í hesum dystinum.