Súni venur aftur

Saman við tveimum liðfeløgum er Súni Olsen nú av álvara farin undir aftur uppvenjingina

Fótbóltur

Mikudagin fór Jón Rói Jacobsen saman við flestu av nýggju liðfeløgunum í AaB undir regluliga venjing. Venjing, sum fyrst og fremst hevur til endamáls at brynja spælararnar til endaspurtin í donsku superliguni.
Tað eru tó ikki allir spælararnir, sum alt fyri eitt sleppa at venja saman við liðfeløgunum. Súni Olsen, sum í heyst breyt fótin, er ein av skaddu monnunum, og hjá honum er málið fyrst og fremst, at kropsliga venjingarstøðan skal fáast í rættlag, áðrenn januar mánaði er liðin.
Henrik Bøgvad, sum er fysioterapeutur hjá AaB, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at talan fyrst og fremst er um renning, styrkisvenjing og onkrar smávegis bóltvenjingar hjá Súna. Serliga leggur hann dent á, at venjingarnøgdin ikki verður ov stór hjá Súna, sum hevur bundið frið síðani 14. november.
Saman við Súna royna Mattias Lindstrøm og Daniel Hoch at koma fyri seg eftir skaðar.