SÍ og Fleyr áttu framtíðina

Joen Petur á Stongum úr SÍ og Gudrid Syderbø úr Fleyr vóru kosin ársins stjørnuskot 2001/2002

Tað var sera stuttligt at síggja, at Joen Petur á Stongum vann heiðurin, sum ársins stjørnuskot hjá monnum í ár. Sjálvt um hann er ungur, hevur hann víst fram úr góð evni á vøllinum, og tað hava hinir leikararnir eisini lagt til merkis.
Beint undan steypafinaluni í ár fekk Føroya fólka at vita frá hesum unga manni, at hann ikki hevði nervar til finaluna, men at hann var meira bangin fyri at renna inn í høllina, og tað sigur eitt sindur um, hvussu lítið hann er ávirkaður av hóvastákinum.
Eingin kundi seta ein fingur á hansara spæl í finaluni og hansara partur í sigrinum lá ikki eftir. Soleiðis hevur eisini verið í landskappingini og sjálvt um hann eisini hevur havt minni góðar dystir, er einki at ivast í, at hetta valið var rætt.
Heiðrikur Bergson úr Fram gjørdist nummar tvey og Dánjal Vang úr ÍF nummar trý í kappingini, og í báðum førum var talan um spennandi leikarar. Heiðrikur er enntá komin so langt, at hann er við á landsliðnum, so hann fara vit helst at hoyra meira til.
Hjá kvinnum fall valið á Gudrid Syderbø úr Fleyr. Eisini hetta valið er í lagið, tí Gudrid hevur víst seg sum ein knassi í ár. Fleyr hevði tað trupult, men nú avrikini skuldu vigast, mintust leikararnir til hennara avrik og tað má vera eitt gott herðaklapp at hava við sær víðari.
Annars er vert at leggja merki til, at Vágoyggin eigur fýra leikarar millum teir átta, sum vóru nomineraðir til ársins stjørnuskot. Ein hjá monnum og tríggir hjá kvinnum hava sín uppruna í flogbólit í Vágunum og tað má vera eitt tekin um, at tey gera okkurt rætt.