Sær áhugavert út

Borað verður framvegis niður í myrku undirgrundina á Brugduleiðini. Eingin vil siga nakað, men okkurt bendir á, at tað sær áhugavert út sum ein kelda málber seg.

Tað var ein ikki serliga tíðindafróður landsstýrismaður í oljumálum, sum setti oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum fyrrapartin. Hann segði, at vit mugu brynja okkum við toli. Borað verður við fullari ferð og um ein mánað ella so fyriliggur okkurt úrslit. Tey, ið standa fyri boringini, vilja heldur einki siga í løtuni. Sosialurin hevur tó skilt, at støðan í løtuni kann lýsast við orðinum Áhugavert. Eftir øllum at døma síggja løgini undir basaltinum áhugaverd út soleiðis at skilja, at vónirnar til at jarðfrøðiligu fortreytirnar fyri at olja kann goyma seg har, enn eru til steðar. Men hetta sigur so einki um, at olja finst, tó at tað altíð er ein stórur lætti at fáa tekin um, at mongu fortreytirnar fyri kolvetni eru til steðar.

Sum skilst er tað eisini komið eitt sindur óvart á serfrøðingarnar, at basaltið hevur verið væl tjúkri enn mett. Upprunaliga varð metingin tann, at basaltið var einar 1000 til 1200 metrar tjúkt. Helst er tað meira enn 2000 metrar til tjúkdar. Men hetta nýtist ikki at vera nakað minus, nú tað hevur víst seg at ganga munandi betri at bora gjøgnum basalt enn higartil hildið. Spurningurin er so, hvat er undir basaltinum, og tað er her, at bæði oljufeløg og myndugleikar halda kortini tætt til sín. Kann vera at ymiskt sær áhugavert út men at tað er ov tíðliga at siga nakað við vissu enn. Komandi dagarnir ella vikurnar fara at geva okkum neyvari svar. Annars vil tað altíð vera ringt at gita, hvussu sær út í undirgrundini í einum váðiligum øki sum tí føroyska, har tað ikki er borað áður. Ein sokallaður Wild Cat brunnur sum Brugdan vil altíð hava við sær óvantað viðurskifti.

Ringastu tíðindini vilja vera, at man ikki er komin gjøgnum basaltið, og um eingi sediment eru undir basaltinum. Okkurt bendir sum sagt á, at møguliga er borað gjøgnum basaltið. Vit fáa tó ikki hesi tíðindi váttað.

Sambart fyrilestrunum á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í morgun, halda serfrøðingar, at møguleikar eru fyri at finna sediment undir basaltinum av sama slag, sum eru funnin í Eysturgrønlandi. Ein staðfesting av hesum vilja vera góð tíðindini fyri øll, sum hava vónir til at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Jarðfrøðiliga søgan sigur okkum, at einaferð vóru Føroyar og Grønland grannar og við tíðini hevur Grønland flutt seg longur vestureftir.