“Sær nakar míni innaru sár?”

Hann hataði sín heilivág. Hann vildi tryggja sær, at hann ongantíð aftur endaði á stongdari deild á Psykiatriska deplinum. Hann var ein tónlistarligur úrmælingur. Hann mátti svíða fyri sín samkyndleika. Og eftir situr ein pápi, sum er alt annað enn nøgdur við umstøðurnar hjá sálarsjúkum. Rasmus Rasmussen varð funnin í einum dunnuhyli í viðarlundini í Havn á altjóða sálarheilsudegnum, 10. oktober, í ár.

Tað er týskvøld 9. oktober í 2012. Klokkan er farin av sjey. Tað er myrkt, kalt og nakað av vindi. Ein kvinna úr Havn er farin í viðarlundina við ommudóttrini. Naknu trækrúnurnar liva í vindinum. Hóast sýnið er vánaligt, finna svongu dunnurnar skjótt fram til óvæntaðu máltíðina.

Brádliga kemur ein maður til sjóndar á gøtuni. Hann gongur skjótt framvið húkandi ommuni, sum hevur ommudóttrina við sína lið. Maðurin er í svørtum klæðum og hyggur niður. Tær geva sær ikki stórvegis far um hann og tveita seinastu breyðbitarnar í hylin.


Deyðsboðini

14 tímar eftir løtuna í viðarlundini bankar á dyrnar í einum snotiligum, brúnum húsum í Stoffalág í Havn. Kirstin Rasmussen er einsamøll heima, tí maður hennara, Mortan Rasmussen, er farin oman í Tilhaldið í Tórsgøtu at gera morgunfimleik. Á trappusteininum standa tveir løgreglumenn.

- Streymurin var av tí besta, og eg var á veg á flot við einum vinmanni. Báturin var riggaður til, og eg skuldi júst fara úr Tilhaldinum. Meðan eg standi og práti, verði eg prikaður á økslina. Tað er eldri sonur mín, Georg. Hann biður meg koma út um. Og tað bleiv eingin útróður tann dagin, staðfestir Mortan.

Hann fer í staðin heim í Stoffalág. Inni í stovuni sita løgreglumenninir og konan, Kirstin. “Teir vóru fyrimyndarligir”, minnist Mortan aftur.

Boðberarnir hava sorgarboð í skjáttuni. Ein maður, sum var farin til arbeiðis í viðarlundini mikumorgunin 10. oktober, hevði rakt við okkurt aftanfyri hólman í niðara hylinum. Tað vísti seg at vera eitt lík. Sonurin hjá Mortani og Kirstin, Rasmus Rasmussen. Ársins gittarleikari í 2005 og ein høvuðspersónur í politisku orrustuni um støðu teirra samkyndu. Eftir at hava stríðst við sálarsjúku í mong ár hevði hann sett eitt endaligt punktum við hjálp av heilivági. Og hann varð funnin á sjálvum altjóða sálarheilsudegnum hjá WHO. Hann hevði fyrireikað seg í fleiri dagar. Og Mortan ivast ikki í, at tað ikki var av tilvild, at Rasmus hevði valt júst hendan dagin.

- Tað løgna var, at hann hevði fingið tað betri. Hann var útskrivaður, og heilivágurin var í stigvísari minking. Men síðani havi eg latið mær fortalt, at tað ikki er óvanligt, at sálarsjúk taka sítt egna lív, tá tað gongur framá. Tá tey hava kreftirnar og yvirskotið til at gera tað, sigur Mortan.


Álopið og duldar hóttanir

Rasmus Rasmussen var føddur í Havn í 1980 og vaks upp í høvuðsstaðnum. Hann hevði eina tvíburðasystir umframt trý eldri systkin. Tónleikurin var hansara stóra passión, og í eygunum á foreldrunum var hann ein vanligur drongur. Glaður, men kortini eisini nakað afturlatin. Kreativa spæliplássið var kjallarin í Stoffalág. Hann spældi við rokkbólkunum Makrel og Diatribes. Hann gav út instrumentalar solofløgur. Hann var vertur í útvarpssendingini Rokkstovan. Og í 2005 varð hann kosin ársins gittarleikari á Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum. Sambært einum vinmanni í bólkinum Makrel var Rasmus altíð eitt fet frammanfyri hinar.

- Hann var ein perfektionistur og óendaliga kreativur. Tá vit aðrir vóru nøgdir við venjingar og upptøkur í studio, kundi Rasmus blíva við. Somu brotini skuldu spælast umaftur og umaftur, hóast alt sat, sum tað skuldi, og vit aðrir ikki hoyrdu mun. Onkuntíð tyktist hann hálvgum autistiskur. Og tá vit vóru super nøgdir við eina konsert, kundi hann fara av pallinum við gron, tí onkur hevði spælt okkurt skeivt.

Uttanfyri venjingarhølini verður Rasmus lýstur sum ein “festligur fýrur” við “yvirskoti, humor og góðum talugávum”. Men hann var eisini kensluborin og lættur at stoyta. Og so hugsaði hann nógv um lívsins stóru spurningar.

- Robbie Williams sigur í einum sangi: "I've got too much life running through my veins". Eg haldi, at hendan reglan hóskar væl til Rasmus, sigur ein vinmaður.

Tvíburðasystirin hevði vitað tað leingi, men tá Rasmus var átjan ára gamal, greiddi hann vinum og familju frá, at hann var samkyndur. Og í 2006 kom tilburðurin, sum var við til at mynda lívið hjá Rasmusi. Eftir niðrandi skemdarorð á einum klubba í Havn varð hann bukaður. Hann varð eisini uppringdur av duldum persónum, sum hóttu hann eftir lívinum. Pápi Rasmus meldaði, og løgreglan megnaði at spora eina uppringing og finna fram til ein mann, sum fekk 40 daga fongsulsrevsing.

- Vit vita ikki, hvussu lívið hevði háttað seg, um Rasmus ikki varð álopin, men ágangurin elvdi til hansara fyrstu depressión. Hann bleiv innlagdur á Psykiatriska deplinum, og tað var byrjanin til drúgvan og tungan mótburð, greiðir Mortan frá heima í jólaskrýddu stovuni í Stoffalág.

Eftir álopið endaði Rasmus á forsíðuni í Dimmalætting, og tjóðveldistingfólkini Annita Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal, sáli, løgdu fram aftur uppskotið um at skoyta “kynsliga orientering” upp í ta sonevndu anti-diskriminatiónsgreinina, § 266b. Uppskotið var áður felt við 13 atkvøðum fyri og 20 ímóti. Rasmus gjørdist ein snúningsdepil í drúgvu orrustuni, sum eisini stjól yvirskriftir í útlendskum miðlum. Føroyska fólkið var í tvíningum, flokkarnir á tingi vóru syndraðir, kjakið var hvast, og tá Edmund Joensen las endaliga úrslitið við triðju viðgerð, varð uppskotið samtykt. Men persónliga var Rasmus ávirkaður av málinum. Og pápin hevur lítið gott at bera nøkrum teirra, sum – í Guds navni – arbeiddu ímóti hesi broyting.

- Tey, sum halda, at Gud hevur opinberað seg fyri nøkrum einstaklingum og lagt teimum eina við at liggja eftir samkyndum, mugu hava nógv lufthol í ovastu hædd. Hevur hann skapt menniskjuni, hevur hann eisini skapt tey 5-10 prosentini av menniskjunum og djórunum, sum eru samkynd.


Heilivágurin, depilin og brævið

Sum tíðin leið, gjørdist Rasmus sálarliga veikur. Seinastu fimm árini hevur hann fleiri ferðir verið innlagdur, eisini á stongdari deild. Hann fekk ongantíð nakra diagnosu, og foreldrini fingu ongantíð at vita, hvat soni teirra bagdi.

- Tey søgdu, at hann hvørki var skizofrenur ella maniodepressivur. Eg veit framvegis ikki, hvat í grundini var galið við Rasmusi, staðfestir Mortan við einum tómum andlitsbrái.

Rasmus fekk heilivág, og sambært foreldrunum vóru hjáárinini av heilivágnum sjónlig og oyðileggjandi.

- Hann misti evnini til at gera tónleik. Hann var altíð troyttur. Hann tók nógv uppá. Og sambært Rasmusi sjálvum fekk hann tað bara verri av heilivágnum og av at vera á stongdari deild. Vit sóu eingi positiv úrslit av heilivágnum, greiðir Mortan frá.

Seinastu mánaðirnar hava danskir miðlar borðreitt við fleiri skakandi søgum um yvirmedisinering og tvang í donsku psykiatriini. Kendasta dømið er frá psykiatriska deplinum í Glostrup í Keypmannahavn, har sjúklingar í langa tíð hava fingið alt ov nógvan antipsykotiskan heilivág, serliga av merkinum Zyprexa, sum eisini er vælkent í Føroyum. Avdúkingarnar hava havt við sær, at leiðarar og leiðslur á eitt nú Glostrup Psykiatrisk Center hava lagt frá sær, og líknandi dømi hava verið í Hvidovre og aðrastaðni í høvuðsstaðarøkinum. Mortan heldur, at vit eiga at kanna hesi viðurskiftini í Føroyum.

- Eg eri ikki lækni, og tí eri eg ikki førur fyri at meta professionelt um viðgerðina, men eg havi ikki álit á skipanini. Tað er mín greiða fatan, at Rasmus hevði brúk fyri øðrum tilboðum, t.d. meiri samtaluterapi og minni heilivág.


Hetta er ikki ein ókendur trupulleiki. Psykiatriski depilin kann ikki úttala seg um einstøk persónsmál, men ein av sálarfrøðingunum á deplinum, Súsanna O. Skaale, setti orð á trupulleikan í eini sjónvarpssending í oktober.


- Tað besta hevði verið, um vit kundu bjóðað sjúklingunum meiri psykoterapeutiska viðgerð og ikki bara medisin. Men hetta er ikki møguligt, tí vit hava ikki orku til tað, segði Súsanna við Kringvarpið.


Seinasta uppihaldið hjá Rasmusi á stongdari deild var í vár. Hann var varðhaldsfongslaður, tí hann í fyllskapi hevði gjørt seg inn á eini úthús í einum urtagarði í Havn– uttan at hetta elvdi til nakran fólkaskaða. Mortan fekk at vita, at Rasmus skuldi vera á deplinum í 3–4 vikur. Tey bíðaðu eftir einum dana, sum skuldi koma til Føroya at gera eina mentalkanning.


- Men hetta dróg út, og vit fingu ikki at vita hví. Til seinast hevði Rasmus verið innistongdur á stongdari deild í 3-4 mánaðir. Hetta seinasta uppihaldið tók honum sera fast. Hann gjørdi okkum greitt, at hann vildi gera alt fyri ikki at enda á stongdari deild aftur.


Tá Rasmus varð funnin í viðarlundini í Havn á altjóða sálarheilsudegnum, hevði hann lagt eitt bræv eftir seg í íbúðini í Lynggøtu, samstundis sum hann hevði sett navnaseðlar á alla sína ogn. Gittarar, tónleikaútgerð, málningar o.s.fr. Og sambært seinastu heilsanini vóru tvær høvuðsorsøkir til, at Rasmus til seinast beindi fyri sær sjálvum.

- Tann eina orsøkin var óttin fyri at enda aftur á stongdari deild. Hin var óttin fyri at koma at gera øðrum ilt, sigur Mortan.


Politiska svikið

Eitt er sjálv viðgerðin. Eitt annað eru fysisku karmarnir. Sum so mong onnur avvarðandi skilir Mortan ikki, hví almennu Føroyar ikki hava syrgt fyri, at teir mest neyðstøddu borgararnir ikki hava fingið betri umstøður.

- Eg segði fleiri ferðir, meðan Rasmus livdi, at um man ikki er deprimeraður, tá man kemur út á depilin, so er man í øllum førum deprimeraður, tá man fer avstað aftur. Bygningarnir eru frá sekstiárunum, og lítið er gjørt síðani. Eg var fyri stuttum á eini móttøku í nýggja eldrasambýlinum í Havn. Tað var litríkt, heimligt og lívgandi. Eg hugsaði við mær sjálvum: Hví kunnu vit ikki geva okkara sálarsjúku slíkar umstøður?

Eftir at Rasmus varð funnin í viðarlundini, tóku vinir og avvarðandi stig til eitt innsavningartiltak í Sjónleikarhúsinum í Havn til frama fyri eitt sonevnt “Fountain House”, sum Sinnisbati hevur arbeitt við seinastu tvey árini. “Fountain House”-fyribrigdið hevur sín uppruna í USA í fimmtiárunum og hevur til endamáls at hjálpa og stuðla sálarsjúkum, eftir at tey eru útskrivað. Í dag eru Fountain-hús í øllum Norðurlondum, harav seks í Danmark, sum verða fíggjað bæði av landi og kommunum.

Innsavningartiltakið í Sjónleikarhúsinum skaffaði góðar 100.000 krónur, og landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur játtað 200.000 kr. á komandi fíggjarlóg. Men hetta er lítið av miklum, tí húsið verður mett at kosta 2,5 milliónir árliga at reka. Karsten Hansen hevur gjørt greitt, at Heilsumálaráðið ikki játtar pengar til verkætlanina hjá Sinnisbata, sum hevur hús tøk í miðbýnum í Havn. Vónin er nú, at Tórshavnar Býráð traðkar til.


- Sálarsjúk hava harðliga brúk fyri hjálp, tá tey koma út aftur í samfelagið. Eg vóni, at politikararnir við tíðini útvega neyðugu fíggingina. Men eg havi lítla grund til at vera bjartskygdur, heldur Mortan.


Tey ósjónligu sárini

Øll avvarðandi at sjálvmorðsofrum spyrja, hvat tey kundu havt gjørt øðrvísi. Mortan sigur seg ikki liva við áhaldandi skuldarkenslu, men onkuntíð vitja spurningarnir: Skuldi eg havt sett fleiri spurningar við sjálva viðgerðina og verið meiri ágrýtin eftir at fáa eitt svar uppá, hvat Rasmusi bagdi? Skuldi eg havt verið meiri ágangandi yvir fyri Rasmusi, tá eg t.d. visti, at hann manglaði pengar? Men svarini fúka í vindinum.

- Okkara einasti vissa her í lívinum er, at vit einaferð skulu doyggja. Og vit vóna, at tey gomlu fara áðrenn tey ungu. Men tað hendir ikki altíð. Og tað svárasta er at missa sítt barn. Men vit taka ein dag í senn og minnast allar tær góðu løturnar, sum vit høvdu saman. Ein stórur uggi er eisini tann stóri skarin av hansara vinfólki, sum vísti okkum samkenslu. Tað vísir okkum, at Rasmus var eitt menniskja, sum tey vóru góð við. Vit fara altíð at syrgja, at Rasmus valdi at taka lívið av sær, men vit mugu royna at virða hansara avgerð. Hóast tað er sera, sera svárt.


Mortan starir fram fyri seg og drálar. So leggur hann hendurnar á borðið og lenar seg fram í stólin.


- Grundleggjandi trupulleikin er helst, at tey sálarsjúku kunnu ikki leggja heilan á borðið til kanningar, eins og tá ein ryggur ella ein mjødn skulu kannast. Sálarsjúka er framvegis ikki viðurkend á sama hátt sum likamlig sjúka.


Rasmus var sjálvur inni á hesum, tá hann á sumri í 2012 legði ein heimagjørdan stuttfilm á Youtube, sum eisini varð vístur á filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum í desember. Filmurin var ognaður einum vinmanni frá deplinum, sum eisini tók sítt egna lív á vári í 2011. Rasmus skrivaði hesi orðini á skíggjan:


“Eitt psykiskt sár er ósjónligt. Men tað er veruligt. Sær nakar míni innaru sár?”


Ja, síggja Føroyar tey ósjónligu, innaru sárini?