Sær svart út hjá Jákup

Føroyski landsliðsleikarin í OB, Jákup á Borg, tykist hava lítlar møguleikar fyri at sleppa at royna seg á besta liðnum hjá danska felagnum

Leingi hevur við spenningi verið bíðað eftir, at Jákup á Borg fór at fáa møguleikan á besta liðnum hjá OB. Jákup hevur fleiri ferðir verið við í bruttohópinum upp undir dystir, men er síðani sílaður frá í seinastu løtu. Bert eina ferð hevur Jákup fingið sess á beinkinum, men tá kom hann ikki á vøllin.

Gliðin úr hópinum aftur
Í kvøld skal OB spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini móti Toda Jónsson og liðfeløgum hansara úr FC Keypmannahavn. Fyrra hálvfinalan, sum var leikt í danska høvuðsstaðnum, endaði við 3-1 sigri til donsku meistararnar.
Venjarin hjá OB, Troels Bech, hevur til dystin í kvøld tikið út ein hóp, ið telur 17 mans, men tíverri telist Jákup á Borg ikki millum hesar 17, og tað er tí nógv, sum bendir á, at tað neyvan fer at eydnast Jákupi at sleppa at royna seg á besta liðnum.
Seinasta leygardag leikti OB móti júst FC Keypmannahavn, og hóast fjónska liðið tá hevði fýra fastar mans annaðhvørt skaddar ella leikbannaðar, bleiv Jákup sílar frá, tá ið endaliga liðið bleiv sett, og hann noyddist tí enn einaferð at hyggja at frá áskoðaraplássunum. Henda dystin tapti OB heili 0-4, og seinastu vikurnar hevur tað ikki gingið serliga væl hjá liðnum hjá Jákupi.

Jákup er skuffaður
Í telefonini úr Odense sigur Jákup á Borg, at hann er ikki sørt vónbrotin av, at hann ikki fær møguleikan. Hann sigur, at hann hevði vónað, at nú tað gekk so illa hjá OB, fór hann at fáa kjansin, men so tykist ikki at verða. Jákup sigur seg hava ringt við at skilja, hví Troels Bech ikki velur at geva nýggjum kreftum møguleikan, tá ið tað nú gongur so illa, men tað sær út til, at venjarin satsar upp á tær fastu kreftirnar.
Áðrenn leiðin gekk til Danmarkar, hevði venjarin hjá Jákupi í Føroyum, Heine Fernandez, ávarað hann um, at tað altíð er serliga trupult hjá leigaðum spælarum at fáa møguleikan, tí venjararnir í flestu førum velja at nýta teir leikarar, ið eru fast knýttir at felagnum. Jákup sigur, at sjálvur helt hann tað ganga væl hjá sær undir venjing, men tað tykist ikki, sum um venjarin hevur hug til at royna føroyska landsliðsleikaran.

Heimferðin verður ikki framskundað
Í Føroyum hava leysasøgur gingið um, at føroyska felagið hjá Jákup, HB, hevur ætlanir um at fáa Jákup upp aftur, áðrenn leigusáttmálin gongur út. Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá HB higartil í ár, og tí hevði tað óivað verið ein kærkomin styrkur, um Jákup á Borg kom heim aftur beinan vegin, men hetta avsannar hann sjálvur. Jákup sigur, at hann verður leigutíðina út, og at hann framvegis vil gera sítt til, at hann kann fáa møguleikan á besta liðnum hjá OB.
At summarið nærkast ger tað eisini hugaligari at verða í Danmark, sigur Jákup, og í hesum døgum hevur hann familjuvitjan úr Føroyum, og tað hjálpir upp á lagið í Odense.

Er væl fyri
Hóast Jákup enn ikki hevur fingið nakra leiktíð í bestu donsku deildini, so metir hann sjálvur, at hann er væl fyri, og at honum ikki væntar dystarvenjing. Hvørja viku spælir hann dyst við antin eykaliðnum ella danmarkarseriuliðnum hjá OB, og tað er á rímuliga høgum støði. Sjálvur heldur Jákup, at eykaliðini hjá donsku superliga eru á hædd við fremstu liðini í Føroyum, meðan kappingin í danmarkarseriuni er á hædd við 2 deild her heima.
Jákup á Borg hevur vant fimm minst fimm ferðir um vikuna, síðani hann kom til Danmarkar, og tískil er formurin sera góður. Hann gleðir seg eisini ómetaliga nógv til landsdystin móti Hollandi um knappan mánað, og hann vónar, at tað fer at síggjast aftur, at hann nú hevur vant og leikt á grasi í tveir mánaðir.