Danski verjumálaráðharrin, Søren Gade, hevur gjørt at leggja frá sær. Søren Gade hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum í vetur eftir nøkur óheppin mál, og nú hevur hann tikið avleiðingarnar.
-Tað er ikki neyðúgt at vera kjarnorkufrøðingur fyri at rokna seg fram til, at eg eri viknaður nógv politiskt teir seinastu seks mánaðirnar, sigur Søren Gade við Jyllands-Postin í kvøld.
Hann leggur afturat, at einstakir flokkar, sum eru við í teirri politisku verjusemjuni í Fólkatinginum hava sagt, at teir hava ikki so gott álit á honum longur.
Tysdag hevur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, tíðindafund, og tá fer hann helst formliga at boða frá avgerðini hjá Søren Gade. Danskir fjølmiðlar gita, at ein broyting er á veg í stjórnini, og at hon verður helst kunngjørd í morgin ella mikudagin.