Virgar T. Dalsgaard
---
Í dag, tann 5. mei, eru 200 ár liðin, síðan tað filosofiska stórmenni, Søren Kierkegaard varð føddur við Nytorv í Kjøpinhavn. Hann var "síðlafødingur " (á donskum: sildeføding). Mamman var 45 ár og pápin var 57; frammanundan vóru seks onnur systkin. Kierkegaard var spinkul og visasligur, men kvikur og flogvitugur. Tad sigst, at pápi hansara spákadi imaginerar túrar um alt Europa saman vid Sørini í stovuni, og tad eggjadi hugsjónarlívid hjá tí gløgga soninum. Stovulívið við eldri fólki gjørdi, at hann bleiv gamalklókur, fantasifullur og aldurs-búgvin langt fyri tíðina. Men hann var eisini einsligur, egin og ikki sørt argaður av øðrum dreingjum. Hann kom í Borgerdydsskolen, og har var hann millum teir mætastu næmingarnar í klassiskum málum. Eftir studentareksamiuna fór hann at lesa teologi. Men hann hevði størri interessu fyri psykologi og filosofi, sum hann las afturvið teologiini. Longu sum blaðungur skrivaði hann um alskyns filosofisk evni og kritiseraði serliga religiøsar autoritetir. Hann skrivaði so nógv og so febrilskt, at tað finst eitt serligt "Søren Kierkegaards-selskab" , sum nýliga hevur útgivið ikki færri enn 55 bókabind við hansara skrivtum og søguligum og littererum viðmerkingum til teirra. Hann er upphavsmaður til tann filosofiska rættningin, sum kallast kristin eksistentialisma, og meginparturin av hansara skriving er um erkennilsi av eksistentiellum spurningum í mannalívinum. Mest kenda maximan hjá honum er, at sannleikin er subjektivur, og hvør maður hevur sín sannleika.
Lopid út á 70.000 favna dýpid
Fáur, um nakar hevur gjøgnum so fá ár, sum hann livdi , fingið so stóra ávirkan á ta intellektuella Europa og seinni á alla verðina. Hann var ironiskur, tvørur og polemiskur, men næstan aldrin keðiligur. Hann var konservativur av lyndi og fagnaði politiskum einaveldi, men hann tordi kortini at bjóða øllum vanatankum og dogmum av. Hann hevði onga respekt fyri akademiskum ella religiøsum autoritetum. Grundtvig og hann kendust og sóust av og á, men teir vóru ikki væl. Socialar og fólksligar rørslur, sum Grundtvig var upptikin av, helt Kierkegaard lítið um. Hann var egocentreraður og so introvertur, at sociologiskir spurningar rinu næstan ikki við hann. Úr tí ovurrúgvu, sum hann skrivaði, er vert at nevna "Enten eller", "Begrebet Ironi", "Begrebet Angest" og "Philosophiske smuler", sum allar eru relativt lættlesiligar og hartil undirhaldandi, sjálvt um tær viðgera álvarsmál. Sørin var nevniliga bæði álvarsmadur og argandi humoristur. Hann var eitt stutt skifti trúlovaður við eini væl yngri kjøpinhavnar-gentu, Reginu Olsen, sum hann av mystiskum grundum narraði og so valdi at blíva piparssveinur. Tey allarsíðstu árini, hann livdi, var hann í hvøssum persónligum stríði við danska prestastættin, men serliga við biskoppin í Kjøpinhavn, Mynster, sum hann kallaði fyri sunnudagskristnan og statsbetaltan sálarhirða. Í hesi orrustu bleiv hann sjúkur og kom á sjúkrahús, har hann doyði 11. november1855, bara 42 ára gamal. At eitt einsamalt menniskja hevur lagt so nógv skrivligt tilfar úr hondum við berum penni uppá so stutta tíð, sum Kierkegaard gjørdi, er framvegis ein gáta. Hann tordi lopid út á 70.000 favna dýpid, sum hann so ofta filosoferar um.