Almenna sýriska sjónvarpið sigur, at Bashar al-Assad, forseti, hevur havt ein jaligan fund við fyrrverandi ST-aðslskrivaran Kofi Annan í dag. Sjónvarpið ber tó eingi tíðindi frá sjálvum samráðingunum.
Kofi Annan, sum kom til Damaskus í morgun, hitti sýriska forsetan á einum hotelli í býnum. Annan er farin til Sýrialands sum serligur sendimaður hjá ST og Arabisku Samgonguni og skal royna at fáa enda á stríðnum, sum hevur kostað umleið 8.500 mannalív. Hann skal eisini royna at fáa sýrisku leiðsluna at loyva hjálparfelagsskapum at veita teimum neyðstøddu í Sýrialandi hjálp.
Áðrenn hann fór til Sýrialands, segði Kofi Annan, at hann hevur fingið eina trupla avbjóðing, men at hann var sinnaður at royna.