Sýrialand skal hava savningarstjórn

Tað eydnaðist seinnapartin stórveldunum og nøkrum arabiskum londum at semjast um at virka fyri, at Sýrialand fær eina savningarstjórn við umboðum fyri verandi stýri og andstøðuna.

Tað er kortini ikki greitt, hvat teir sýrisku partarnir halda um semjuna.

Tað var fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan, sum hevði boðað til fundar um støðuna í Sýrialandi. Tá hann setti fundin fyrrapartin, segði hann, at leiðararnir í stórveldunum hava eisini ábyrgd av tí, sum hendir í Sýrialandi, um teir ikki kunnu semjast um at fáa enda á harðskapinum. Annan legði afturat, at stríðið í Sýrialandi kann enda sum ein álvarssom altjóða kreppa, fæst ikki endi á tí nú.