Sýriska stjórnin slakar

Stjórnin í Sýrialandi hevur samtykt eina lóg, sum ógildar undantaksstøðuna, sum hevur verið í gildi síðani 1963 ella í samfull 48 ár. Við hesum hevur stjórnin slakað fyri einum av høvuðskrøvunum hjá teimum, sum hava skipað fyri mótmælistiltøkum í fleiri býum í seinastuni.

Tann nýggja lógin kemur ikki í gildi, fyrr enn Bashar al-Assad, forseti, hevur staðfest hana, men sambært ríkisákæranum er eingin ivi um, at hann fer at skriva undir lógina.

Sýrisku myndugleikarnir hava verið rættiliga harðrendir ímóti mótmælisfólkinum, og rættiliga nógv fólk hava latið lív í samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildirnar. Tað hevur kortini ikki steðgað mótmælunum, skrivar Reuters.