Karl A. Olsen
borgarstjóri í Vestmanna
11. juli fingu vit boðini um, at sýsluskrivstovan skuldi lata aftur. Hetta kom kanska ikki heilt óvart á meg; hóast bæði hetta og undanfarna bygdarráð hava sett seg harðliga ímóti ætlanini hjá fútanum. So seint sum 21. juni samtykti bygdarráðið einmælt at heita á Føroya Landfúta um ikki at flyta sýslumansembætið úr Vestmanna.
Í áheitanini til fútan vístu vit á, at hvørki praktiskar ella fíggjarligar orsøkir skuldu verið fyri eini flyting.
Nú á døgum ber væl til at samstarva og samskifta, hóast ein ikki arbeiðir á sama stað, harumframt tekur tað bert um _ tíma úr Vestmanna til Havnar ella Vágarnar.
Tað er neyvan nøkur sparing í at flyta sýsluskrivstovuna til Havnar, tí danski staturin eigur bygningin. Heldur skuldi tað verið ein fíggjarligur fyrimunur at flutt fleiri uppgávur út á bygd. Grundstykkir eru bíligari, húsaprísir og leigukostnaður eru væl lægri. Í løtuni verður bert um _ av sýsluskrivstovuni nýtt; restin kundi verið nýtt uttan stórvegis meirkostnað.
Sýsluskrivstovan hevur fleiri uppgávur - bæði løgregluuppgávur og civilar uppgávur. Nakrar av løgregluuppgávunum eru eisini tænastur til borgararnar, t.d. at veita pass.
Civilu uppgávurnar eru ógvuliga ymiskar, t.d. í sambandi við grannastevnur, friðing, vígslur, grind og at skráseta skip og bátar. Fleiri eru tænastur til fiskivinnuna, m.a. mynstringar og fiskidagbøkur. Hví skulu hesar tænastur flytast til Havnar?
Ongin ivi er um, at tænastustøðið hjá íbúgvum og vinnulívi fer at lækka, um sýsluskrivstovan verður flutt. Í staðin fyri at verra tænastustøðið hjá vinnulívinum og borgarunum í Vestmanna og pørtum av Kvívíkar Kommunu skuldi tænastustøðið hækkað. Hetta kundi verið gjørt við einum tænastudepli, har flestu verandi tænastur vóru, umframt tænastur innan t.d. Almanna- og Heilsuøkið og Toll & Skatt. Kommunurnar fara væntandi framyvir at umsita ymsar landsuppgávur, tí skuldi tað verið upplagt, at landsmyndugleikarnir og kommunan samstarva um ein tænastudepil.
Eg haldi, at løgregla eigur at vera í bygdini, tí nógv virksemi er í Vestmanna; m.a. er bygdin ein hin fremsta innan ferðavinnuna, ferðafólk í túsundatali koma hvørt summar higar. Sjálvandi kann løgreglan verða umskipað, so at størri samstarv verður millum løgregluna í Vestmanna og í Havn ella í Vágum.
Eg vænti ikki, at tað hevði verið trupult at fingið sett løgreglufólk í starv í Vestmanna, tí nógv løgreglufólk búgva í bygdini. Heldur ikki skuldi verið torført at fingið nýggjan sýslumann settan í starv her.
Tað tykist løgið, at fútin, sum er danskur embætismaður, hevur so stórt vald í Føroyum í 2005. Skuldu tað ikki verið føroyskir politikarar, sum gjørdu av, hvussu vit skipa samfelagið, so tað hóskar best til okkara umstøður? Hví mótmæla løgtingslimirnir fyri Norðurstreymoy ikki harðligari, nú almenn arbeiðspláss hvørva úr økinum og tænastustøðið hjá íbúgvunum lækkar?
Vænta tit, at skrásetingarmerkið VN verður varðveitt, um skip og bátar verða skrásettir á eini skrivstovu í Havn?
Eg haldi, at ávísur vandi er fyri, at Norðurstreymoy er um at hvørva - vilja vit tað?!
Eg fari enn einaferð at heita á landspolitikararnar um at forða fyri, at sýsluskrivstovan í Vestmanna verður flutt. Um tit ikki megna tað, so vóni eg, at tit skipa fyri, at nakrar av tænastunum hjá sýsluskrivstovuni vera eftir í bygdini, og at onnur almenn størv verða flutt til bygdina.
Eg takki eisini Anfinni Kallsberg fyri, at hann tekur málið upp, hóast tað er í seinna lagi.