SÍ smurdi Mjølnir av í Sørvági

Sigurin hjá SÍ merkir, at spenningur av álvara er komin um oddasessin í Eik-liguni hjá monnum, har tað tó bara eru hesi bæði liðini, sum í løtuni eru við heilt har frammi.

 

Í dag vóru sørvingar sera uppsettir og løgdu hart út. Teir vunnu fyrsta sett greitt, men í øðrum setti kom Mjølnir betur við og hevði enntá settbólt, áðrenn SÍ kortini tók settið. Í triðja setti var SÍ aftur omaná og vann 3-0.

 

? Fyri okkum hevði tað sera nógv at siga, at vit vunnu. Hetta vísir, at tað ber til at taka Mjølnir, og tað er gott at vita, nú eisini steypafinalan nærkast, sigur spælandi venjarin hjá SÍ, Ragnar í Haraldsstovu.

 

Undan dystinum í morgin klokkan 14, tá Fleyr í Gundadalshøllini tekur ímóti ÍF, er støðan tann, at Mjølnir hevur 13 stig, SÍ 12, Fleyr seks og ÍF enn einki stig.

 

Eik-ligan, menn:

SÍ-Mjølnir 3-0 (25-14, 27-25, 25-20)

Fleyr-ÍF (í morgin klokkan 14.00)

 

Eik-ligan, kvinnur

TB-SÍ (í morgin klokkan 14.00)

KÍF-Mjølnir (í morgin klokkan 15.00)

Fleyr-ÍF (í morgin klokkan 16.00)