SJÓNLEIKUR
Leikurin um Kúlla Knút hevur síðani 12. oktober verið spældur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Frá fyrstu til síðstu sýning hevur at kalla verið útselt. Men nú verður spælt fyri seinastu ferð.
Um vikuskiftið verða sýningar fríggjakvøldið kl. 18 og leygardagin kl. 17.
Verður útselt til sýningina kl. 17 leygardagin, so fara leikararnir eina síðstu ferð á pallin leygarkvøldið kl. 20. Hetta verður so tann síðsta sýningin, tí longu sama kvøld verður pallurin tikin niður. Hetta verður gjørt fyri at geva pláss til Leikhúsjól, sum skulu á pallin í Sjónleikarhúsinum í jólamánaðinum.
Úr Sjónleikarhúsinum siga tey, at eini 3.500 fólk í alt hava sæð leikin um Kúlla Knút. 35 sýningar verða spældar, og so at siga hvørja ferð er spælt fyri fullum húsi í Sjónleikarhúsinum.
Áhugin at koma av bygd at síggja leikin hevur heldur ikki bilað nakað. Onkur eykasýning er eisini spæld fyri eitt nú suðuroyingum, sum ikki vildu vitja høvuðsstaðin uttan at síggja Kúlla Knút.
Leikurin er upprunaliga skrivaður av dananum Gunnar Geertsen. Hann er víðagitin í sjónleikahøpi í Danmark, og hann avgjørdi at gera ein barna- og ungdómssangleik. Leikurin er eisini fyri tað heilt nógva sangur.
Sangirnir og leikurin er týtt til føroyskt av Elini á Rógvi og Allani Dalsgarð, og tað hevur heldur ikki ligið illa fyri við at skapa áhuga millum føroysk børn.
Sangurin um Kúlla Knút roynir seg í hesum døgum sum eykalag á 15 tær bestu hjá Útvarpi Føroya.
Hóast sangurin kanska livir víðari á tónatindum, so enda framførslurnar um vikuskiftið.
Atgongumerki kunnu fáast á Kunningarstovuni í Havn.