Síðsti møguleikin hjá HB

Fótbóltur: Í eldra havnarfelagnum halda teir ikki, at tað er neyðugt at seta spælararnar upp, tá teir skulu spæla móti B36

Í morgin verður ein tann mest spennandi fótbóltsdysturin á árinum í Gundadali. B36 skal halda tørn um oddasessin, og HB skal halda tørn um møguleikan at sleppa at spæla europeiskan fótbólt komandi ár.

? Hjá okkum er ikki neyðugt at brúka tíð og orku at seta spælararnar upp. Teir vita, hvat tað snýr seg um. Spælararnir hava brúkt nógva tíð og nógvar kreftir til fótbóltin í ár, og nú er bara endaspurturin eftir. Vit eru á odda, og vit hava góðar møguleikar at vinna FM, men skal tað eydnast at fullføra setningin, so er alneyðugt, at vit vinna móti HB, staðfestir B36 venjarin, Tomislav Sivic.

Í HB eru teir av somu áskoðan: Hjá einum felag, sum bara er nøgt við at vera best, er tað als ikki nøktandi, um tað skuldi komið soleiðis fyri, at teir ikki sleppa út í Europa at spæla komandi ár, og tí fara teir í morgin at leggja alla orku í at fáa trý stig, og tá grannarnir úr B36 eru mótstøðuliðið, so verða HB menninir ivaleyst meiri uppsettir, enn teir kanska hava sæð út til at verið í fleiri av hinum dystunum í ár.


Eitt ivamál

Í HB er miðverjan tøk aftur, eftir at Hans Fróði Hansen og Hans á Lag báðir vóru burturfrá í alt annað enn væl avgreidda javnleikinum móti Sumba. Súni Fríði Johannesen hevur verið smáskaddur, og hann hevur ikki spælt so nógv á besta liðnum hesar seinastu vikurnar. Hann hevur spælt í 3. og í 2. deild, og har hevur hann skorað eina rúgvu av málum, og tí kann roknast við, at hann verður við aftur á besta liðnum í morgin.

Nýggi maðurin á HB liðnum, Hans Jørgen Djurhuus, fekk ein løst móti sumbingum, og síðani tá hevur hann ikki vant. I fyrrakvøldið varð ikki roknað við, at hann verður klárur í morgin.


Saknur í landsliðsmonnunum

B36 venjarin, Tomislav Sivic, var í gjár ikki heilt greiður yvir, hvussu tað stóð til við fólkinum. Í síðstu viku vóru fimm spælarar burtur frá í landsliðsørindum, og í hesi vikuni hava fýra verið burturfrá. John Petersen hevur vant við B36, og hóskvøldið fekk hann ein løst, sum ger hann eitt sindur ivasaman til í morgin, men teir vónaðu og roknaðu við, at hann fer at vera klárur. Bjarni Prior hevur eisini verið eitt sindur ivasamur.

Landsliðsmenninir høvdu frí í fyrrakvøldið. Teir skuldu koma aftur til venjingar í gjárkvøldið, og tá fara teir í B36 rættuliga at festa hugan á stóru avbjóðingina móti grannunum, sum B36 menninir hesa ferð mugu metast sum favorittar at vinna. Men í grannauppgerðum ber illa til at meta um vánirnar, og tað als ikki tá tað eru B36 og HB, sum skulu spæla.