KÍ spælir í dag seinna dystin í fyrsta umfari í Europa League móti svenska AIK Stokholm. Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki á ovara vølli í Gundadali. Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ á Friends Arena og ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup Ósá er á staðnum.
Eftir dystin í Føroyum segði KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen, at møguleikarnir hjá KÍ fyri at koma víðari fóru frá tveimum til trimum prosentum til tíggju prosent.
- Eg haldi, at vit eru kanska har. Mær vitandi hevur einki føroyskt lið sligið nakað svenskt lið út í Europa kapping. Men munurin er sjáldan serliga stórur. Skal KÍ koma víðari, skal alt liðið spæla sín ársins dyst, og AIK skal raka ein minni góðan dag, sigur Jákup Ósá úr Svøríki í dag.
Hann leggur afturat, at tað neyvan er nakað stórt ivamál um, at á næstan øllum plássum er AIK mannað við betri spælarum. Tá fyrri dysturin endar við málleysum javnleiki, er KÍ eitt mál frá at leggja seg á odda við hálvum øðrum máli. Her liggur møguleikin.
- Møguleikin hjá KÍ haldi eg er, at halda málið reint ella ikki lata meir enn eitt mál ígjøgnum. Tí AIK hevur ikki skorað nógv mál, men hevur bestu verjuna í svensku deildini. Skorar AIK bara eitt mál, so livir dysturin, og tá skal bara ein KÍ møguleiki til seinasta partin av dystinum, so er kanska 1-1. Stóri vøllurin, grasvøllur, heimaáskoðararnir og hitin verður ein eyka avbjóðing, og at fleiri spælarar á KÍ liðnum ikki hava serliga nógvar royndir á slíkum palli. Tað mest realistiska er, at tippa ein heimasigur á eitt til tvey mál, men samanblandingin við, at KÍ kann hava sera góðan verjupart, um allir raka dagin og at AIK hevur trupulleikar í álopspartinum ger, at 0-0 kanska ikki er heilt órealistiskt, sum Jákup Ósá, ið væntar at AIK stillar í sterkastu uppstilling. Nakað teir ikki gjørdu í Havn.
Væntar somu uppstilling
Jákup Ósá hevur eisini verið til venjingarnar hjá KÍ, og hevur óvanliga gott innlit í støðuna í felagnum. Hann væntar ikki broytingar í startuppstillingini.
- Eg vænti, at uppstillingin fer at líkjast heilt nógv tí frá fyrra dystinum. Eingin spældi seg av liðnum tann dystin. Eitt ivamál hevur verið, hvør stendur í málinum, tí har hava Kristian Joensen og Meinhardt Joensen skift um at spæla í ár. Kanska fáa teir ein dyst í part í fyrsta umfarinum í Europa League ella stendur Meinhardt aftur, nú hann helt málið reint seinasta dyst, sigur Jákup Ósa.
Hann leggur afturat, at Atli Danielsen ikki er við í kvøld. Royndi miðvallarin er skaddur og fær ikki spælt.
Halda fast í sama upplegginum
AIK Stokholm hevur lagt stóran dent á, at liðið nú hevur avlisið uppleggið hjá KÍ. Rikard Norling, venjarin segði eisini somikið á tíðindafundinum. Nakað sum millum annað sæst við at trýst HER. Tó verður ikki væntað, at KÍ broytir sítt upplegg.
- Eg hevði væntað, at KÍ fer at hava sera verjukent útgangsstøðið frá byrjan eins og seinast. Undir venjing hevur stórur dentur verið lagdur á, at vant verjuspæl. Men KÍ hevur eisini vant fleiri leikskipanir, so tað er ikki vist, at KÍ fer at spæla 3-5-2/5-3-2 allan dystin. Eg haldi tó, at KÍ í heimadystinum til tíðir hevði ov stóra virðing, tá liðið hevði bóltin og eisini vóru ov óneyvir í støðum, sum kundu blivið nógv vandamiklari. Kanska spælir KÍ við størri yvirskoti í dag, tá liðið hevur bóltin, men tað verður trupult, sigur Jákup Ósá.
In.fo fylgir dystinum beinleiðis, sum byrjar klokkan 18.
Europa League:
B36 (1) – (2) Nõmme Kalju (19.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ (1) – (2) Dinamo Minsk (18.30) Beinleiðis á Rás2
AIK Stokholm (0) – (0) KÍ (18.00)