Sáttmáli um dagrøktarar undirskrivaður

Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag hava gjørt sáttmála viðvíkjandi dagrøktarum.


Samráðingarnar endaðu týsdagin, tá sáttmáli varð undirskrivaður millum Føroya Arbeiðarafelag og tær 21 kommunurnar í Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag.


Sáttmálin er stórt sæð tann sami, sum varð gjørdur millum Føroya Arbeiðarafelag og tær stóru kommunurnar. Hetta er galdandi fyri bæði løn og onnur viðurskifti.