Sáttmáli um nýbygning skrivaður

P/F Tórshavnar Skipasmiðja og P/F Malinsfjall við Bjarna Kass í Tórshavn, hava í dag skrivað undir sáttmála um at smíða ein nýggjan trolara til landleiðina

Trolarin er 21,3 metrar langur og 5,75 metrar breiður. Hann fær ein 499 HK motor og lastar 610 kassar. Trolarin er av sama slag sum Hansa Maria og Skálafossur, sum Skipasmiðjan smíðaði til Toftir og Vestmanna í 2005.

- Fyri at verða kappingarfør í prísi verður skrokkurin smíðaður í Pólandi, meðan restin av arbeiðinum verður gjørt í Havn. Trolarin skal eftir ætlan latast reiðarínum flaggdagin 2007, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju.

Skipasmiðjan fegnast um, aftur at fáa ein nýbygning at gera, soleiðis at førleikin hjá monnunum at smíða og útgera skip verður varðveittur her á landi.

Tekning av trolaranum er at síggja á heimasíðuni hjá Skipasmiðjuni: www.faroeyard.fo