Sáttmáli undirskrivaður um koyring

Mikumorgunin skrivaðu lastbilasamtakið í Klaksvík og Føroya Konsortium undir sáttmála um koyring til arbeiðið upp á Norðoyatunnilin

Klaksvík:
Á menningardeildini hjá Klaksvíkar kommunu skrivaðu Føroya Konsortium og nýstovnaða lastbilasamtakið undir sáttmála um koyring í arbeiðinum upp á Norðoyatunnilin borðoyarmegin.
Rani Nolsøe, menningarstjóri, bjóðaði vælkomin og greiddi eitt sindur frá um samtakið, sum er sett saman av seks ymiskum lastbilaeigarum.
Tilboðsgevarin er Elmar Zachariassen, men sagt varð, at tað verða í veruleikanum allir seks, sum koma at taka avgerðir undir arbeiðinum.
? Føroya Konsortium má hava ein kontaktpersón, tí ikki ber til hjá teimum at tosa við so nógvar partar, greiddi menningarstjórin milum annað frá.
Hann rósti eisini samstarvinum millum eigararnar, sum hevur verið í gongd síðani á heysti í 2002.

Lokaltsamtak fyrimunur
Verkætlanarleiðarin hjá Føroya Konsortium, Svein Christiansen, segði, at tað hevur stóran týdning fyri arbeiði, at sáttmáli er gjørdur við eitt samtak, sum hoyrir heima í Klaksvík.
? Við hesum er trygdin fyri, at arbeiðið gongur lættliga nógv hægri, tí um okkurt hendir eitt nú skaði á bilar ella tílíkt, so er tað skjótt at útvega annan bil ístaðin, tá samtakið er á staðnum, segði Svein Christiansen millum annað.
Fýra tilboðsgevarar vóru til hetta arbeiðið, men samtakið í Klaksvík hevði lægsta tilboðið, og sambært Svein var ongantíð nakar ivi um, at tað skuldi fáa arbeiðið.
Petur í Gong, sum er leiðari av samtakinum, takkaði øllum pørtum fyri eitt gott samstarv, og tað var ongin ivi um, at menn eru spentir til at fara í gongd við arbeiðið av álvara.
Tað er longu byrjað so smátt, tí arbeiðið upp á at grava út fyri inntakinum fór í gongd í síðstu viku.