Fyri løtu síðani varð sáttmálin um bygging av Boðanesheiminum í Havn undirskrivaður á skrivstovuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra. Spakin verður settur í týsdagin komandi. Nú er sáttmálin eisini undirskrivaður. Tórshavnar Býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið at taka av tilboðnum frá ArtiCon um at byggja heimið fyri ein samlaðan kostnað á knappar 93 mió. kr.
Heildararbeiðstøkusáttmálin við ArtiCon ásetur, at Boðanesheimið fer at kosta 92.954.857 krónur við mvg. Búfólkini skulu eftir tíðarætlanini kunna flyta inn á Boðanesheimið í oktober 2012.