Skála megnaði tað, sum skálamenn sjálvir høvdu roknað við, og sum tað annars vóru so fá, sum høvdu tippað. Framúr undirhald í kommunuuppgerðini við Løkin endaði við, at Skála vann 4-3 ímóti NSÍ.
Stóri maðurin hjá Skála var Michael Przbylski, sum vendi gongdini í seinna hálvleiki, tá ið hann skoraði bæði til 3-3 og 4-3 til Skála, eftir at Mamuka hevði minkað um munin til 3-2.
Tað sá annars ljóst út hjá NSÍ, tá ið heimaliðið var frammanfyri 3-1. Klæmint A. Olsen setti beinanvegin hol á við klassiskum stútara, men Brian Jacobsen svaraði aftur og javnaði. So var tað, at Jens Joensen, sum í dag var millum teir fremstu, og Einar Tróndargjógv við langskoti løgdu NSÍ framum 3-1 og harvið á sigurskós.
So var tað, at Mamuka minkaði um munin. Talan var um sjáldsama støðu, tí NSÍ miðverjin Per Langgaard helt, at tað var rangstøða og legði bóltin við hondini. Dómarin bríkslaði so fyri frísparki til Skála, sum Mamuka meistarliga umsetti til mál. Tá fingu skálamenn mót av nýggjum.
Úrslitið ber við sær, at Skála av álvara legði sjógv millum seg og hóttanina av niðurflyting. Skála og EB/Streymur eru jøvn við stigum, men málmunurin er betri hjá Skála, sum harvið er á sjeynda plássi.
NSÍ misti í toppstríðnum, og Kí og Víkingur halda við heimasigrum stásið við líka.
KÍ vann sannførandi 4-0 ímóti ÍF, sum seinnapartin av øðrum hálvleiki var undirmannað, tí liðformaðurin Bogi Reinert Petersen hevði sæð gula kortið tvær ferðir. Stóri maðurin í Klaksvík var Jóannes Bjartalíð, sum skoraði trý mál og harvið næstan tvífaldaði sítt máltal. Frammanundan hevði hann bara skorað fýra mál í ár.
07 Vestur er nú longri frá bjargingini. Tað eru sjey stig fram til EB/Streym og Skála, sum leygardagin verður gestur á Dungasandi.
Tað var kløkkur fyri heimafólkið, tá ið Pål Fjelde beinanvegin legði 07 Vestur framum í Sarpugerði. Víkingur hevði nógvar málmøguleikar, men tað gekk striltið at fáa hol á. Miðskeiðis í seinna hálvleiki stútaði Gunnar Vatnhamar til 1-1, og so gekk skjótt. Eftir deyðbólt legði Adeshina Lawal Víking framum, og við rimmar máli – eisini eftir deyðbólt – staðfesti Sølvi Vatnhamar heimasigurin og at Víkingur framvegis er fimm stig frammanfyri KÍ.
Nógvar negl fingu leingi av at vita í B36 skýlinum. Tað gekk javnt á, og EB/Streyma liðið var væl skipað, inntil B36 fram ímóti dystarenda spenti álopsbogan í botn, og tað eydnaðist. Í evstu løtu skoraði Meinhard E. Olsen 1-0 sigursmálið, sum ber við sær, at B36 nú er frammanfyri NSÍ, ið datt niður á fjórða plássið.
Í kvøld vann HB 3-1 í Gundadali ímóti Suðringum. Inntil tað restaðu fimm minuttir var støðan 1-1. Rókur av Fløtum Jespersen legði í fyrra hálvleiki HB framum. Búi Egilsson javnaði í seinna hálvleiki, og so sá tað leingi út til, at tað fór at enda við javnleiki.
HB átti góðar spælarar á beinkinum. Tað gjørdi Sigfríður Clementsen sær dælt av. Innskifti Heri H. Mohr skoraði til 2-1, og Øssur Dalbúð staðfesti 3-1 sigurin. Í báðum førum var tað innskifti Símun Samuelsen, sum átti uppleggið.
KÍ-ÍF 4-0 (2-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð
2-0: Jóannes Bjartalíð
3-0: Albert Adu
4-0: Jóannes Bjartalíð
Víkingur-07 Vestur 3-1 (0-1)
0-1: Pål Fjelde
1-1: Gunnar Vatnhamar
2-1: Adeshina Lawal
3-1: Sølvi Vatnhamar
NSÍ-Skála 3-4 (3-2)
1-0: Klæmint A. Olsen
1-1: Brian Jacobsen
2-1: Jens Joensen
3-1: Einar Tróndargjógv
3-2: Mamuka
3-3: Michal Przbylski
3-4: Michal Przbylski
B36-EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0: Meinhard E. Olsen
HB-Suðringar 3-1 (1-0)
1-0: Rókur av Fløtum Jespersen
1-1: Búi Egilsson
2-1: Heri H. Mohr
3-1: Øssur Dalbúð
Støðan eftir 21 umfør
Víkingur 45
KÍ 40
B36 38
NSÍ 36
HB 33
Suðringar 24
Skála 23
EB/Streymur 23
07 Vestur 16
ÍF 9
22. umfar
Leygardagin 16. september
KÍ-EB/Streymur
ÍF-B36
HB-Víkingur
07 Vestur-Skála
Suðringar-NSÍ