Ása er best kend sum formaðurin í Heilsuhjálparafelag Føroya, har hon er leiðari fyri umleið 500 heilsuhjálparum.
Ása, ið er ættað úr Øravík, arbeiddi í nógv ár sum bókhaldari fyri ymsar fyritøkur í suðri og í Havn. Eisini hevur hon arbeitt eitt skifti innan flakavinnuna á Tvøroyri, somuleiðis hevur hon roynt seg sum vikarur í skúlanum í Hovi. Annars hevur hon eisini arbeitt í handli, og verið heimahjálp.
Síðan 1996 hevur hon verið formaður í heilsuhjálparafelag Føroya. Undir hennara leiðslu er felagið rættuliga nógv ment frá tí at heimahjálpirnar vóru ófaklærdar til nú tær hava fingið sín egna fak-identitet við at vera uppskúlaðar til heilsuhjálparar. Hesa útbúgving hava nógvar heimahjálparar havt møgleika til at nema sær við tað, at tær hava kunna fingið løn undir uppskúling. Eisini eitt stórt átak í tíðini hjá Ásu er, at allir limirnir hava fingið eftirløn umframt nógvar batar í arbeiðsviðurskiftunum. Ása er sera arbeiðssom, og hon møtir altíð væl fyrireikað til fundir o.a.
Foreldrini hjá Ásu vóru: Óli Olsen (f.1928) uppvaksin í Froðba og Sonja Olsen, f. Bech, fødd á Tvøroyri í 1929, men uppvaksin í Vestmanna.
Sonja doyði á ungum árum í 1974, 45 ára gomul, og Óli doyði í 1990, 62 ára gamal.
Børnini vóru 9 í tali, og var Ása, einasta systirin og nummar 5 í røðini. Ása eigur fýra eldri og fýra yngri brøður.
Børnini hjá Ásu eru: tvíburarnir Sonni og Tummas Djurhuus 31 ár, Elin Sjóstein 28 ár og Christian Djurhuus 25 ár.
Harumframt eigur hon ommubørnini: Sólrún, Rebekka, Ása Elisabeth, Esther Maria og Benjamin.
Ása var í nógv ár virkin í leiðsluni í Sjálvsstýrisflokkinum, har hon bæði var forkvinna í flokkinum í Suðurstreymoy og í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Føðingardagin, tann 26. november, verður opið hús á Berjabrekku 193 frá kl. 12-16 har øll eru hjartaliga vælkomin.