Sá út sum Tinganes stóð í ljósum loga

Seint í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at tað sá út, sum Tinganes stóð í ljósum loga, men so galið var tað tó ikki.

 

Ljósspæl og samanfall av ymiskum viðurskiftum kann skjótt geva eina heilt løgna mynd.

 

Mong dømir eru um tað.

 

Í nátt klokkan 04.14 fekk løgreglan eina fráboða um, at tað sá út, sum alt Tinganes stóð í ljósum loga.

 

- Talan var um eitt samanfall millum ljós, okkurt skyggjandi vindeyga og so ein skorstein, sum roykur kom úr. 

 

Vakteiðarin ásannaði í morgun, at tað sá eitt sindur løgið út í Tinganesi í nátt, har fráboðarin var staddur.

 

- Men, her var tíbetur ongantíð talan um eld, men um eitt heldur løgið ljósspæl, sum sást í nátt, verður lagt aftrat.

 

Náttin hjá løgregluni var annars rímiliga friðarlig. Nógvir bilførarar vórðu kannaðir, men her var alt í lagi.

 

- Onkur skeinkistøð vórðu eisini vitjað, og her vísti eisini alt seg at vera í lagi, sigur vaktleiðarin í morgun.