Sætta endaspælsfinalan hjá Fraklandi síðani 1998

Frakland kann gerast fyrsta liðið í 60 ár at vinna tvey HM-endaspøl á rað

Bert tvær ferðir í HM-søguni, hjá Italia í 1934 og í 1938, og hjá Brasil í 1958 og í 1962 er tað eydnast einum landsliði at vinna tvey HM-endaspøl á rað.

 

Nú hevur Fraklandi møguleikan at endurtaka hetta roysnið.

 

HM-finalan í Katar komandi sunnudag klokkan 15 verður annars sætta endaspælsfinalan hjá Fraklandi síðani 1998.

 

Frakland vann HM-finaluna í 1998 og EM-finaluna í 2000, tapti HM-finaluna í 2006, tapti EM-finaluna í 2016, og vann HM-finaluna í 2018. Og nú eru teir aftur í HM-finaluni í 2022. Afturi í 1984 vann Frakland eisini EM-finaluna.

 

Seks endaspælsfinalur upp á 24 ár boðar frá franskari góðsku.

 

Franski landsliðsvenjarin, Didier Deschamps eigur lut í fimm av hesum seks endaspælsfinalunum hjá Fraklandi.

 

Hann var liðskipari á liðnum sum vann HM í 1998 og EM í 2000, og hann hevur verið franskur landsliðsvenjari síðani 2012.

 

Frakland og Argentina hava bæði vunnið HM tvær ferðir. Argentina tó afturi í 1986 og í 1978. Fronsku HM-sigrarnir eru frískari í minninum hjá fólki, og tí vera tað nakrir sera svangir argentinar Frakland møtir í HM-finaluni sunnudagin klokkan 15. 

 

Vit kunnu bara bretta okkum afturá, og gleða okkum til finaluna.