Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof mugu spæla minst fýra meistaraskapsfinalur í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Sävehof tapti í kvøld aðru meistaraskapsfinaluna á útivølli móti Ystad.
Ystad vann 30-26. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-15. Gott verjuspæl og málmansspæl var avgerandi fyri sigurin hjá Ystad.
Óli spældi ikki ein líka stóran leiklut, ið hann gjørdi í 1. finaluni, har hann gjørdist toppskjútti við átta málum. Í kvøld skoraði Óli tvey mál.
Støðan er nú 1-1 í finaluuppgerðini.
Longu í ovurmorgin, fríggjadagin klokkan 17 hittast liðini aftur í í 3. meistaraskapsfinaluni, ið verður leikt í Partille.
Spælt verður best av fimm dystum. Endar tað við fimm dystum verður fimti og avgerandi dysturin leiktur í Partille.