Sakaris á G!

Elektro-popparin Sakaris verður eitt av nøvnunum á G! í summar

 

Seinnu árini hevur Sakaris vunnið sær støðu sum ein tan fremsti elektro-tónleikarin í Føroyum, og eisini hevur hann fleiri ferðir verið uttanlands við tónleiki sínum. Eitt nú hevur hann verið at hoyrt á SPOT, JaJaJa, Dias Nordicos og Waves Vienna.

 

Síðan fyrstu heillongdarútgávuna, I Have Beautiful Eyes, við hittum sum tittullagnum og ‘Brace Myself’, hevur SAKARIS útgivið trý nýggj løg í 2014, ‘Score Music’, ‘I Put On This Dress Only For You’ og ‘Downer’. Og møguliga er ein nýggj fløga á veg í 2015, skriva G!-fyriskipararnir í tíðindaskrivi.