SAKARIS savnar fjøldina

Frigg festivalurin hevur nú nakrar tímar á baki, og føroyingum líkt, koma fleiri fólk sum tímarnir ganga.

Frigg festivalurin hevur nú nakrar tímar á baki, og føroyingum líkt, koma fleiri fólk sum tímarnir ganga.

 

Tónarnir róma um Enghave Park, og lív er av álvara komið í festivaløkið nú fleiri tónleikarir hava sungið. Tó var tað serliga ein tónleikari, sum av álvara fekk fólk at savnast um pallin. Talan er um elektro popparan, SAKARIS.

Sakaris hevur seinastu árini av álvara sligið navnið hjá sær fast innnan føroyska tónleikaheimin, serliga við stakløgunum “Brace Myself”, “Score Music” og “I Put On This Dress Only For You”. 


Eftir ætlan, gevur Sakaris út nýggja fløgu í ár.