Í morgin fer Sakaris Stórá til Italia, tí spælifilmur hansara, Dreymar við Havið, skal vísast á ungdómsfilmsfestivali í Rom. Síðani gongur leiðin til týska býin Lübeck, har filmurin skal sýnast á filmstevnuni Norðurlendskir Filmsdagar.
Sakaris Stórá greiðir frá, at aðrir festivalar hava sýnt filminum áhuga, og hann væntar, at filmurin verður vístur í øðrum londum næsta ár.
Tað er umráðandi at luttaka á slíkum filmsfestivalum, heldur Sakaris Stórá, sum greiðir frá, at festivalarnir skapa áhuga fyri filminum og skapa sambond og netverk millum tey, sum eru í filmsídnaðinum.
– Deymar við havið hevði ikki verið til, um eg ikki fór á festivalar við stuttfilminum Vetrarmorgun, tí tað var har, eg kom í samanand við útlendskar framleiðarar, sigur hann.
Hóast Sakaris Stórá fyrr hevur ferðast við filmum sínum - serliga Vetrarmorgum, ið varð sýndur á fleiri filmsfestivalum - so heldur hann, at tað er annarleiðis við spælifilmi enn við stuttfilmi.
–Nú kappist eg við teir stóru dreinginar, staðfestir leikstjórin.
Hann hevur eisini glett seg at vísa fólki filmin, og serliga til at síggja, hvussu fólk uppliva føroyskar filmar.
– Hóast søgan er føroysk og staðsetingin er í Føroyum, so verða universell evni viðgjørd í filminum, sum øll kenna seg aftur í, sigur hann
Hann greiðir eisini frá, at góða móttøkan Dreymar við havið hevur fingið, og tey sambondini Sakaris hevur fingið við onnur fólk í ídnaðinum, hevur leitt til, at hann longu er farin í gongd við næstu verkætlanina.
–Eg siti og arbeiði við onkrum nýggjum, og eg vil fegin smíða meðan jarnið er heitt. Eg fái ikki sagt, hvat tað verður, men fari at leita eftir høvuðsleikarum heilt skjótt, sigur Sakaris Stórá.