Elektropopparin SAKARIS er enn einaferð aktuellur við nýggjum sjónbandalagi. Talan er um eitt reindyrkað 80ara sjónbandalag til sangin Brace Myself har stílurin er í hásæti. Sjónbandið, ið íður av dansigentum, roykmaskinum og neonljósum, er ætlað sum ein heiðran av ikoniskum 80ara sjónbondum í tráð við eitt nú Kate Bush, Gary Numan og Abba.
Maðurin handan verkið er Heiðrik á Heygum, ið m.a. er kendur fyri stórsligna sjónbandalagi til Aldan Reyð hjá ORKA, umframt at hann hevur lagt myndir til síni egnu løg Blonde, OMG og Maria's Donkey.
SAKARIS er verkætlanin hjá 25 ára gamla electro framleiðaranum Sakaris Emil Joensen. Eftir at hava latið frumútgávuna I Have Beautiful Eyes út í fjør, hevur Sakaris verið virkin við ummælararóstum framførslum á eitt nú SPOT Festival, Waves Festival og G!. Seinasta nýggja er at útgávan I Have Beautiful Eyes verður útgivin av plátufelagnum Cargo Records í Týsklandi, Polandi og Eysturríki í nærmustu framtíð. Sjónbandið er ein liður í at vinna fram á altjóða marknaðinum.
Síggj sjónbandið her: www.youtube.com/watch