Sakaris við nýggjum videolagið

Elektrosnillingurin Sakaris hevur júst latið frá hondum fyrsta staklagið av komandi fløguni. Talan er um lagið I Have Beautiful Eyes við songkvinnuni Greta Svabo Bech á vokalum. Greta er millum annað kend fyri at leggja rødd til grammy-tilnevnda lagið Raise Your Weapon hjá víðagitna tónleikaranum Deadmau5. Videolagið er framleitt av Jan Macdonald Arnskov, Bárður Thomsen og Mads Juul Rasmussen.

 

Útgávan, ið ber heitið I Have Beautiful Eyes, verður útgivin á Tutl fyrst í juli.

 

Síggj videolagið niðanfyri: