- Báðir partar hava hildið upp á sítt og tí eru vit ongan veg komin.
Jórun Gaardbo er forkvinna í meginfelag føroyska sjúkrakassa og hon ásannar, at samráðingarnar við landsstýrismannin í heilsumálum um ognirnar hjá sjúkrakassanum standa í stað.
Talan er um 40 milliónir og landsstýrismaðurin vil framvegis seta pengarnar í ein almennan heilsugrunn. Hinvegin vil sjúkrakassin varðveita peningin til eina privata sjúkratrygging.
Men hóast samráðingarnar standa í stað, vil forkvinnan í meginfelagnum ikki staðfesta, at tær eru slitnaðar, tí hon sigur, at tey fara framvegis at royna at finna eina semju.
Seinasta útspælið frá sjúkrakassanum er, at sjúkrakassin fær 50% av ognunum, ella einar 20 milliónir krónur, til eina privata sjúkratrygging.
Tó ásannar hon, at so at siga ongi útlit eru fyri, at ein loysn verður funnin fyri nýggjár, tá ið almenna heilsutrygdin fer at virka.
Kortini vil hon ikki viðurkenna, at tað var í síðstu løtu, at sjúkrakassarnir gjørdu vart við, at tey vildu hava eina loysn á málinum um ognirnar hjá sjúkrakassanum fyri 1. januar.
- Tað hava vit alla tíðina ført fram, sigur Jórun Gaardbo.
Sjúkrakassarnir hava fyrr ført fram, at eydnast ikki at finna semju við tí úrsliti, at landskassin fer við pengunum, er talan um ognartøku og so verður Aksel V. Johannesen drigin í rættin.
Men í morgun var hon ikki heilt so avgjørd.
- Eitt sakarmál er avgjørt ikki tað, vit vilja og tað verður tann allarsíðsti útvegurin.
Hon sigur, at í næstum fer sjúkrakassin at taka støðu til, hvussu farast skal víðari fram í málinum.
Óvist við starvsfólkunum
Sum tað sæst á hinari greinini her á síðuni, hevur Aksel V. Johannesen gjørt av at sleppa upprunaligu ætlanini um at lata sjúkrakassarnir umsita heilsutrygdina í eini skiftistíð.
Tí er tað ein spurningur, hvat verður av starvsfólkunum hjá sjúkrakassanum.
Eini 15 fólk arbeiða hjá sjúkrakassanum kring landið, men tey allarflestu eru tímalønt og hava bara nakrar fáar tímar.
Men í Havn, í Runavík og í Klaksvík eru fulltíðar starvsfólk.
Jórun Gaardbo veit ikki, hvusssu verður við hesum fólkum, men tey verða í øllum førum ikki søgd upp beint nú, tí tey hava til 1. apríl at rudda borðini.
Les eisini: Landsstýrismaðurin setti hart ímóti hørðum