Mikil orðadráttur er millum Íslendingar og norðmenn um makrelin, men hvat er okkara støða, spyr Føroya Reiðarafelag á heimasíðu síni.
Íslendingar lutaðu sær sjálvum loyvi at veiða 112.000 tons av makreli í ár, men sambært fjølmiðlunum kemur íslendska makrelveiðan ætlandi upp á 200.000 tons í ár ella á leið tað sama sum tann norska.
Reiðarafelagið heldur, at hesi tølini mugu seta nakrar tankar ígongd hjá okkum føroyingum. Vit liggja mitt ímillum hesar báðar grannarnar hjá okkum, men vit hava fingið tillutað í okkara part 30.000 tons av eini heildarkvotu, ella 5%, sigur felagið á heimasíðu síni.
Felagið vísir á, at stórur partur av makrelstovninum er í føroyskum sjógvi summarhálvuna, tá hann etur og veksur mest. Nógv av toska- og hýsuynguli, sum er undankomin í várgýtingini, endar helst sum makrelføði.
-Samráðingar um áseting av heildarkvotuni á makreli ímillum EU, Norra og okkum verða seinast í oktober aftur. Tað verður spennandi at vita hvussu leikur ferð hesaferð, hesuferð mugu vit vísa á at okkara partur er láturliga lítil tá vit vita hvussu makrelurin ferðast og hvar hann gongur á beiti, skrivar Føroya Reiðarafelag.
-Heildarkvotan er sett til 600.000 tons. Íslendingar fiska kanska 200.000 tons uttan kvotu, og vit, sum liggja í miðjuni, fáa bara ein brøkpart. Komandi samráðingar verða torførar, men tað torførasta hjá hinum báðum pørtunum verður at sannføra føroyingar um, at okkara partur er rættvísur, sigur Reiðarafelagið.