Saksaberg fer aftur til fiskiskap

Eftir at P/F Varðin í Gøtu hevur keypt kvoturættindini hjá Krúnuni hjá Svend
Aage Ellefsen, kann Saksaberg fara aftur til fiskiskap. Í byrjanini fer
skipið at royna eftir sild

Tá ið nýggi, Finnur Fríði, kom í flotan, fekk hann veiðirættindini hjá gamla
Finni Fríða og Saksabergi, sum dóttirfeløg hjá P/F Varðanum í Gøtu eiga.
Nýggja skipið fór ikki í vinnu fyrr enn seinnapartin í januar í ár, og tí
kundu hini bæði skipini royna til ársenda síðsta ár.
Gamli Finnur Fríði er á sølulista. Skipið liggur í Gøtu, og møguligir
keyparar hava víst skipinum ein ávísan áhuga.
Jákup Jacobsen, reiðari, sigur, at enn er ikki avgjørt, hvat verður av
skipinum.
- Tað eru fleiri skip av hesum slagnum, so ilt er at siga, hvussu tað fer
at gangast við at sleppa av við skipið fyri ein líkinda prís.

Saksaberg í vinnu

Hitt skipið, sum varð lagt til frama fyri Finn Fríða, Saksaberg, fer nú
aftur til fiskiskap. Skipið er í løtuni í dokkini á Skála og verður gjørt
klárt til fiskiskap.
Jákup sigur, at teir hava keypt veiðirættindini hjá Krúnuni, sum Svend Aage
Ellefsen í Vágunum átti.
Hann sigur, at felagið Miðalberg, nú eitur Gulenni, sum er eitt dóttirfelag
hjá Varðanum.
- Vit hava keypt veiðiloyvi við øllum kvoturættindunum hjá Krúnuni, og tað
er uppá hesi rættindi, at Saksaberg nú loysir.
Krúnan, sum nú er í Noregi, royndi mest eftir matfiski,
sild, makreli og lodnu.
Jákup sigur, at Saksaberg helst fer á sildaveiði, sum verður landað til
matna.
- Ætlanin er at byrja norðanfyri í føroyskum sjógvi, sigur hann.
Við Saksabergi verða eini 11-12 mans og reiðarin, Jákup Jacobsen, heldur,
at rættindini, sum Saksaberg nú hevur, eru at liva við hjá einum slíkum
skipi.