Sama gongd sum til seinasta val

Á middegi týsdagin varð greitt, at valið av atkvøðandi klaksvíkingum fylgdi somu mannagongd sum til seinasta løgtingsval


Klaksvik:
Sosialurin hitti á middegi týsdagin Karl Johansen í K.Í. høllini í Klaksvík. Karl er formaðurin fyri valstýrinum í Klaksvík, og teirra uppgáva er at syrgja fyri, at alt fer rætt fram á valstaðnum.

Friðarligt
Tá Sosialurin vitjaði K.í. høllina týsmorgunin, var enn ikki rættuligur valdámur komin á staðið. Nøkur fá fólk sóust uttanfyri, og inni í høllini var stak friðarligt.
Inni í einum kontóri sótu nøkur av hjálparfólkunum við einum kaffimunni, og tey greiddu frá, at enn var ikki rættilig gongd komin á.
Men tey væntaðu øll, at nógv fólk fóru at vísa sína støðu seinni út á dagin. Kanska mest aftaná atbeiðstíð, tá fólk hava betri stundir til at hugsa um, hvar júst teirra atkvøðu skal fara.
Eisini Karl Johansen, formaður í valstýrinum í Klaksvík, var staddur í sama rúmi. Hann tosaði í fartelefon, og sum vit skiltu á lagnum, er nógv sum skal fáast upp á pláss ein slíkan dag.
Sosialurin fekk tó eitt lítið prát við hann um valið higartil hendan týsmorgunin.


Sama gongd
Karl greiddi frá, at klokkan 11.30 høvdu 333 klaksvíkingar givið teirra boð uppá, hvør skal manna landsins stýri hesuferð.
Til seinasta val var talið av atkvøðandi klaksvíkinum um somu tíð 326, so lítil munur var á.
Karl dugdi tó ikki at siga okkum, um tølini fóru at fylgja hesi leið allan dagin, ella um størri munur fór at gerast seinni, sum valdagurin leið.
Klokkan 07.30 valdagin hittist alt valstýrið saman við hjálparfólkunum, og saman taldu tey heili 18 fólk.
Fyrsta uppgávan var at telja allar brævatkvøðurnar, sum vóru komnar inn, og hesar vóru 402 í tali í ár. Til seinasta val fekk valstýrið 326 brævatkvøður inn, so eisini her var minni munur á.