Váðasteinur er línubáturin, sum var fyrstur yvir á Flemish Kap í ár. Sambært Fiskamarknaði Føroya fara tveir aðrir línubátar yvir - ella, teir eru longu á veg yvir á Flemish Kap.
Um gongdina hjá Váðasteini higartil er at siga, at veiðan hevur ligið um 20.000 pund á setuna.
Tað upplýsti reiðarin, Birgir Simonsen, fyri in.fo fríggjadagin. Hann segði seg hava frætt frá Váðasteini seint týskvøldið, og sambært skiparanum hevði veiðan tá higartil á túrinum verið umleið 20.000 pund á setuna.
- Tá eg frætti, hevði Váðasteinur havt tríggjar setur, og teir høvdu stívliga 60.000 pund inni, segði Birgir Simonsen, sum eisini visti at siga, at veðrið vestur eftir hevði verið vánaligt, og Váðasteinur hevði ligið bakk tvey ella trý samdøgur á ferðini.
Reiðarin segði seg tó hava skilt, at veðurútlitini á leiðini, har Váðasteinur fiskar, vóru hamiliga góð teir næstu dagarnar.
in.fo royndi eisini fríggjadagin at fáa fatur á skiparanum á Váðasteini, men hóast vit høvdu hann í telefonini einar tvær ella tríggjar ferðir, vóru hoyrilíkindini sera vánalig, og vit fingu tíverri einki burtur úr hesi royndini.