Fótbóltur
B71 vann ikki á keðiligu heimavøllarhagtølunum, sum hava merkt liðið í ár.
Sum 2. hálvleikur leið, tóktist spurningurin vera, um B71 skuldi vinna við einum ella fleiri málum ímóti B36. B71, sum hesa ferð hevði Johannes Jensen í miðverjuni saman við Fabio Vieira, var leikliga omaná, og miðskeiðis í 2. hálvleiki megnaðu teir at fáa valuta burturúr yvirvágini.
B71 var í 2. hálvleiki í álopskendari 4-3-3 uppstilling, og tað eydnaðist teimum fleiri ferðir at hava nógv fólk í B36 brotsteiginum. Tá ið sandoyingar fingu málið, vóru teir fleiri í brotsteiginum, og Magnus Olsen, sum mannaði fremstu røðina saman við Clayton Soares og Símuni Hansen, átti síðsta fótin á.
Leiðslumálið kom eftir støðugt trýst frá B71 í seinna hálvleiki. Og vertirnir hildu fram við sama lag eftir málið.. Ferð eftir ferð vóru spentar støður frammanfyri B36 málið, og B71-álopið gav nýggju Bárði H. Joensen og Ova Nysted í B36-miðverjuni ivaleyst at takast við. Og var tað ikki fyri Jákup Mikkelsen, hevði talan ivaleyst eisini verið um fleiri mál.
Tólv minuttir fyri leiklok noyddist landsliðsmálverjin tó at taka seg av vøllinum, tí hann var skaddur. Tá sá ikki gott út hjá B36, men kortini eydnaðist tað vitjandi árstalsfelagnum at halda tætt og at skjóta tey bæði málini, sum skuldu til fyri at vinna øll stigini.
Og so fingu hagtølini kortini rætt. B71 misti enn eina ferð í evstu løtu. Og B36 – einum oddaliði so líkt – megnaði aftur at skjóta sigursmálið í evstu løtu. Hesa ferð enntá við sannari perlu, tá Sylla snaraði sær á, áðrenn hann høgdi bóltin upp í málhornið.
Lyklaspælarar avgjørdu
Eftir B71 leiðslumálið spenti B36 álopsbogan. Allan Mørkøre hevur verið burturi frá seinastu vikurnar. Hann hevur verið skaðaplágaður, og tað hevur verið ivasamt um, og hvussu nógv veteranurin fór at verða førur fyri at spæla.
Átjan minuttir fyri leiklok varð Allan Mørkøre settur inn í høgra álopsborð, og veteranurin hevði avgerandi ávirkan, tá ið B36 javnaði og harvið hevði møguleikan síðstu løtuna at spæla fyri at vinna øll stigini.
Tíggju minuttir fyri leiklok sendi Allan Mørkøre innfyri úr høgru. Fríska lotið spældi B71 málverjanum, Símuni Rógva Hansen, eitt puss, soleiðis at hann bara megnaði við tí ytsta av fingrinum at stýra bóltinum á tvørtræið. Tá ið bólturin datt niður í málteigin, var málrevurin, Sylla Ahmed Davy, fyrstur á, og so var B36 komið burturúr ongum og hevði fingið um endan.
Breiddin og tyngdin hava stóran týdning, tá ið tað leikar so tætt á, sum tað gjørdi á Sandi. Heilt avgerandi fyri B36 var, at teir í Sylla eiga ein veruligan málskjútta. Tveir minuttir restaðu, tá hann í akrobatiskum stíli sendi bóltin upp í málhornið aftanfyri Símun Rógva Hansen, og so fóru stigini kortini til Havnar.