Sama skattaprosent í Havn næsta ár

Ætlanin er at varðveita skattaprosentið í Havn næsta ár

Næsta ár er ætlanin, at havnarfólk skulu rinda tað sama í kommunuskatti, sum tey gera í ár.

Tað er greitt, nú meirilutin í Tórshavnar Býráði fer at leggja uppskot fyri fíggjarætlan fyri býráðið í kvøld.

Eftir uppskotinum verður skattaprosentið 20,25 prosent næsta ár og tað er tað sama sum í ár.

 

Annars verður Tórshavnar Kommuna 11, 7 milliónir dýrari at reka næsta ár. Sostatt verða rakstrarútreiðslurnr 513,4 milliónir krónur næsta ár.

Meirilutin í býráðnum sigur, at tá er lagt upp fyri, at sáttmálalønirnar á arbeiðsmarknaðinum hækkað 1,9 prosent nú tann 1. oktober.

Annars skal býráðið viðgera fíggjarætlanina tvær ferðir við minst 14 døgum ímillum og hon skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.