Sama veiða av svartkjafti

16. ársfundurin í Nevndini fyri Fiskiskapi í Landnyrðingspartinum av Atlantshavi (NEAFC) varð hildin í London í døgunum 18.-21. november 1997.


NEAFC konvensjónin er frá 18. sept. 1980 og kom í gildi hin 18. sept. 1982 og avloysti avtaluna frá 1959 um fiskiskapin í landnyrðingspartinum av Atlandshavinum. Limalondini í dag eru 7 í tali og eru: Bulgaria, Danmark (vegna Føroyar og Grønland), ES, Ísland, Noreg, Polen og Russland.

Endamálið við NEAFC er at verja og tryggja skynsama gagnnýtslu av fiskastovnum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum og at skapa eina rammu um millumlanda samstarvið fyri avvarðandi fiskastovnar. Konvensjónsøkið er fiskastovnar innanfyri fiskimørk hjá limalondunum fiskiskapur á opnum havi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

NEAFC hevur heimild at samtykkja viðtøkur (recommendations) fyri tað opna havøkið (altjóða sjógvur) um 1) fiskiskap, b) fiskiveiðieftirlit, og d) at savna inn veiðihagtøl. Limalondini hava rætt at mótmæla (objection proceedure) fyri viðtøkum NEAF?s.

Fundurin hesa ferð var merktur av teimum fyrireikingum, sum NEAFC hevði sett í verk til tess at felagsskapurin kann umsita fiskastovnarnar í Norður Eystur Atlantshavinum í tráð við broytingarnar í havrættarsáttmálanum (UNCLOS) frá 10. desember 1972, ST-semjuna um langt ferðandi og víða spjaddar-fiskastovnar (UN Agreement on Stradding fish Stocks and Highly Migratory Fish Stocks) frá 1995 og FAO avtaluna um fiskiskap við ábyrgd (FAO-Code of Conduct) frá 1995. Í hesum sambandi varð á seinasta ársfundinum í november 1996 samtykt at seta 2 arbeiðsbólkar at arbeiða við teimum mest týdningarmiklu spurningunum hjá NEAFC, sum eru framtíðin hjá felagsskapinum (Future of NEAFC) og umsiting og eftirlit við fiskastovnunum í altjóða sjógvi (Control and Enforcement). Bólkarnir hava havt 2 fundarumfør í ár. Úrslitini vóru framløgd á ársfundinum og ein arbeiðsætlan fyri 1998 varð samtykt soleiðis, at tilmælini frá arbeiðsbólkunum verða løgd fyri ein eykaársfund 29.-30. juni, sum skal samtykkja endaligu broytingarnar um framtíðina hjá NEAFC og um eftirlitsskipanina í altjóða sjógvi.

Samtykt varð at seta ein nýggjan arbeiðsbólk at fáa til vega fleiri vísundaligar upplýsingar um ferðingarmynstrið fyri makrel og svartkjaft og at gera uppskot um, hvussu fiskiskapurin eftir hesum báðum fiskasløgum kann koma undir umsiting við ásettum MLV og býti millum limalondini. Bólkurin skal fara undir hesa fyrireikinga rí mars 1998 og skal leggja úrslitið fyri eykaársfundin í juni 1998.

Ársfundurin viðgjørdi ta árligu ráðgevingin frá ICES (AFCM) um fiskastovnarnar undir NEAFC. Nógvir spurningar vóru svaraðir av AFCM, har serstakliga spurningar um kongafiskin í Irmingarhavinum, norðhavssildina og um makrel var umrøddur. NEAFC setti upp nýggjar og framhaldandi fyrispurningar til ECES um ráðgeving.

NEAFC ásetti skipanina fyri fiskiskapinum í altjóða sjógvi eftir norðurhavssild grundað á strandalanda avtaluna gjørd í Oslo tann 28. oktober 1997 fyri fiskiárið 1998, sum ásetur MLV?ið til 1,3 mió. tons. Ásett varð, at av hesum kunnu 102.000 tons veiðast í altjóða sjógvi í 1998, sum verða at býta soleiðis:

Danmark (vegna Føroyar og Grønland) 20.000 tons.

ES 20.000 tons.

Ísland 20.000 tons.

Noreg 20.000 tons

Russland 20.000 tons

Onnur, herundir Polsen 2.000 tons.

Fyri kongafiskin í Irmingarhavinum ásetti ársfundurin, at mest loyvda veiða skal verða 153.000 tons í 1998, og at býtið skuldi verða soleiðis:

Danmark (vegna Føroyar og Grønland) 40.000 tons.

ES 23.000 tons.

Ísland 45.000 tons.

Noreg 6.000 tons.

Polen 1.000 tons.

Russland 36.000 tons.

Onnur 2.000 tons.

Úrslitið varð samtykt við atkvøðugreiðslu og er tað sama sum fyri 1997.

Mest loyvda veiða av svartkjafti varð ásett til 650.000 tons, sum er tað sama sum í 1997 og samsvarar við ráðgevingina. Einki býtið er ásett fyri svartkjaft, men verður hesin spurningur nú tikin upp grundað á arbeiði í arbeiðsbólkinum og úrslitinum frá fiskifrøðingum.

Fisksikapurin á djúpum vatni varð eisini viðgjørdur og samtykt varð at gera eina betri fráboðanarskipan fyri hesa veiðu.

Í føroysku sendinevndini vóru Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri, Andras Kristiansen, fiskivinnufulltrúi, Hjalti í Jákupsstovu, Fiskirannsóknarstovan, Djóni Weihe, Fiskiveiðieftirlit, og Jákup Sólstein fyri Føroya Reiðarafelag.

Á fundinum hjá NEAFC í London vóru innanhýsis fundi rmillum Føroyar/Grønland og Føroyar/Ísland um sínámillum fiskivinnu viðurskiftir.