- Eg mynstri av, tí eg kann ikki verða verandi í Sambandsflokkinum. Eg vil boða frá, at eg meldi meg úr flokkinum og gerist partur av Miðflokkinum frá í dag at rokna.
Soleiðis skrivaði Sámal Hanni Lognberg á sínum Facebook-vanga í endanum av farna ári, og hann legði aftrat:
- Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at ein løgtingslimur fyri Sambandsflokkin hevur verið við til at leggja fram uppskot um fría føsturtøku – eitt uppskot, sum Løgtingið samtykti í gjár.
Sámal Hanni Lognberg vísti eisini á, at uppskotið fekk meiriluta á tingi av tí, at tveir tinglimir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu fyri, og slíkum vil hann ikki vera partur av.
Í dag hava vit spurt Sámal Hanna Lognberg, um hann verður á listanum hjá Miðflokkinum á løgtingsvalinum, 26. mars.
- Ja, vit hava gjørt ein ávegis lista, sum ikki er endaliga liðugur, og eg eri á listanum, sigur 49 ára gamli skopuningurin, sum áður hevur stillað upp fyri Sambandsflokkin.
Á sambandslistanum á løgtingsvalinum í 2019 fekk hann 182 atkvøður, og á løgtingsvalinum í 2022 fekk hann 172 atkvøður.
- Eg havi verið onkra løtu á tingi sum eykamaður, og eg man hava møtt á tingi fyri Sambandsflokkin í umleið ein mánað tilsamans, sigur hann.
Sámal Hanni Lognberg sigur, at tað var ein løtt avgerð at taka at fara úr Sambandsflokkinum, eftir at fosturtøkulógin varð samtykt - eisini við atkvøðum úr Sambandsflokkinum.
- Samtykta fosturtøkulógin gongur ímóti tí, sum eg standi fyri, og eg angri ikki á nakran hátt, at eg tók avgerðina at fara úr Sambandsflokkinum, sigur hann.
Maðurin, sum eisini situr í Skopunar bygdarráði, sigur seg vera sera væl móttiknan í Miðflokkinum, og hann leggur dent á, at her følir hann seg sum heima.
- Jú, eg stilli upp, og eg eri sera spentur til løgtingsvalið, sum stundar til, sigur Sámal Hanni Lognberg.
##med2##












