info
Ongi úrslit

Sámal Hanni vil bera stafettina víðari

- Vit eru í einari nýggjari tíð, og her ýður við nýggjum møguleikum, nú fast samband er við meginøkið, sigur Sámal Hanni Lognberg, sum fer at stilla upp til kommunuvalið í heyst

Vilmund Jacobsen
11. september 2024 kl. 14:57

Sámal Hanni Lognberg er føddur í 1976, og hann var tí bert ein unglingi, tá pápin, Gerhard Lognberg, gjørdist borgarstjóri í Skopunar kommunu hin 1. januar í 1993 - júst, tá Føroyar vóru í einari djúpari kreppu.

Øll árini síðan hevur Gerhard sitið við borðendan í Skopunar kommunu, men nú tíðin er vorðin so long, og árini eru komin, hevur hann gjørt av ikki at stilla upp aftur á kommunuvalinum í heyst.

- Tað er eingin loyna, at kommunan og tað arbeiði, sum her hevur verið gjørt, hevur fylt nógv í okkara heimi øll hesi ár, og eg dugi illa at minnast tíðina, tá hetta ikki var ein partur av okkara húsi.

Tað sigur Sámal Hanni Lognberg, sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, bæði landspolitiskt og kommunalpolitiskt. Nú kommunuval stundar til aftur, bjóðar hann seg fram at bera stafettina víðari.

- Vit eru í einari nýggjari tíð við nýggjum møguleikum, har tað bara er hugflogið, sum setir mørkini. Nú vit hava fingið fast samband við meginøkið, ýður av møguleikum - eisini her hjá okkum í Skopun.

Sámal Hanni Lognberg sigur, at hann er sera spentur til kommunuvalið í heyst, og hann dylur ikki fyri, at hann eisini hevði tikið við álitisstarvinum, sum tað er at vera borgarstjóri, um møguleikin stóð honum í boði.

- Í fyrsta lagi hugsi eg um at gera mítt til at verða valdur í bygdarráðið, og tað vera tey, sum verða vald, sum fara at gera av, hvør situr við borðendan, tá avtornar. Tað er ikki júst tað, eg hugsi mest um, sigur hann.

Skopun er eitt vælútbygt øki - við lutfalsliga nýggjum og góðum barnagarði, nýútbygdum skúla, góðum eldrasambýli og við havnarlagið eru skaptir møguleikar við bátabrúgvum, sum eru teir bestu í Sandoynni.

- Jú, eg haldi, at her eru bæði nógvir og góðir møguleikar, og her kann nógv skapast aftrat. Vit hava eisini fingið eina stóra og nýggja útstykking, eins og her eru ætlanir um raðhúsabygging. 

Sámal Hanni Lognberg heldur, at karmarnir um menning av bygdini eru fantastiska góðir, og hann ásannar, at nú eru nýggjar tíðir - við óteljandi nýggjum møguleikum í Skopun.

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/tad-verdur-eitt-spennandi-kommunuval-i-skopun

 

 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Vendsyssel og Vejle leiktu bæði javnt á útivølli

8 minuttir síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu stórsigur á heimavølli

38 minuttir síðan
Tíðindi

Umfatandi umvælingar á Tjóðpalli Føroya

54 minuttir síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen á veg til USA

1 tími síðan
Tíðindi

Seinasti valdagur í Russlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

4 tímar síðan
Tíðindi

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

4 tímar síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

4 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Russar skulu velja 450 limir í tjóðartingið

4 tímar síðan
Tíðindi

Tá tónleikurin broytti Føroyar

5 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

6 tímar síðan