Samanbar Fólkatingið við apubýli

Tað reið um snarið, tá Fólkatingið seinnapartin atkvøddi um eitt uppskot hjá stjórnini, tí tríggir tinglimir hjá Vinstra atkvøddu ímóti. Uppskotið, sum var frá ráðharranum Rikke Hvilvhøj, ber millum annað í sær, at útlendingar, ið koma til Danmarkar at virka sum prestar, skulu ígjøgnum eina serliga roynd í donskum máli og donskum samfelagsviðurskiftum.

Hetta hildu tríggir tinglimir hjá Vinstra vera í stríð við tað grundlógartryggjaða trúarfrælsið, og teir noktaðu tí at styðja uppskotið hjá ráðharranum.

Uppskotið bleiv kortini samtykt, men tað var um reppið, at tað fall, tí tá atkvøtt varð, atkvøddu 56 tinglimir fyri og 54 ímóti. Sostatt restaði bara ein atkvøða, tí 55-55 hevði borið í sær, at uppskotið fall.

Orðaskiftið í Fólkatinginum um hetta málið var sjáldsama hvassorðað. Eitt nú segði Jesper Langballe úr Danska Fólkaflokkinum viðgerðina vera sum ?eitt orðaskifti í einum apubýli?.