FAKFELAGSARBEIÐI
Jana Dalsgaard vann sannførandi valið um, hvør skal verða forkvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya komandi trý árini. Hon fekk tvífalt so nógvar atkvøður sum undanfarna forkvinna, Joan Ziskason, sum eisini stillaði upp. Aðalfundur var í felagnum leygardagin og í gjár var fyrsti arbeiðsdagur hjá Janu sum forkvinna. Serliga fegin er hon um, at nýggja nevndin er væl umboðað bæði fakliga og landafrøðiliga.
- Tað verður lættari at fáa innlit í ymsu starvsøkini, tá alt sjúkrasystraarbeiði er umboðað í nevndini. Eisini er tað ógvuliga hugaligt, at útjaðarin er umboðaður í nevndini, sigur Jana Dalsgaard.
Nógvar stórar avbjóðingar standa fyri framman bæði hvat viðvíkur løn, arbeiðstíð og útbúgvingini hjá sjúkrasystrum.
- Útbúgvingin hjá sjúkrasystrum í londunum rundan um okkum er broytt heilt munandi. Sjúkrasystrafelagið má vera við í kjakinum og við til at mynda útbúgvingina. Stórar broytingar eru farnar fram í heilsuverkinum seinastu nógvu árini og halda fram. Innleggingarnar á sjúkrahúsi eru styttri og heimarøktin fylgir ikki við. Fólk eru illa fyri, tá ið tey koma heima av sjúkrahúsi og tí skulu fleiri fólk setast í heimarøktini og tey skulu eisini útbúgvast, sigur hon.
Felagið savnast
Heldur enn at kasta seg yvir ov nógvar uppgávur, er eitt høvuðsmál hjá Janu at savna felagið, soleiðis at styttri verður millum nevnd og limir.
- Tað er fyri limirnar, at vit arbeiða í nevndini, og tí má ikki vera ov langt ímillum okkum. Limirnir skulu føla, at teir eru ein partur av felagnum. Fyri betur at síggja, hvar hendir og rørir seg, ætli eg mær at vitja økini. Eg trúgvi, at trupulleikar verða skjótari loystir, tá ið tú ert í tøttum samstarvi við økini. Vit fara at skipa fyri hugnaløtum og vanligum limafundum, har evni verða tikin fram, sum hava áhuga hjá øllum sjúkrasystrum. Á henda hátt ber til at savna felagið bæði fakliga og á annan hátt. Hetta er gliðið út í seinastuni, sigur Jana Dalsgaard.
Fakfelagsarbeiði ikki ókent
Jana Dalsgaard er 45 ára gomul og ættað úr Rituvík. Fakfelagsarbeiði er henni ikki ókent. Hon hevur í grundini arbeitt seg upp frá botni av. Eftir at hon fekk útbúgving í 1981 og til 1997, hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir á B5 á Landssjúkrahúsinum. Frá 1992 til 1997 hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir í viðtaluni hjá P. Højgaard, kommunulækna, um somu tíð, sum hon hevur verið parttíðarsett á B5. Frá 1989 til 1996 hevur hon verið álitisumboð fyri skurðdeildina á Landssjúkrahúsinum. Í tvey ár var hon felagsálitisumboð fyri Landssjúkrahúsið. Størsta uppgávan var tá at verja sjúkrarøktina í stóru skerjingunum, sum vórðu gjørdar í kreppuárunum. Í sløk tvey ár var hon nevndarlimur í Sjúkrasystrafelag Føroya, í tvey ár las hon løgfrøði við lærda háskúlan í Århus, og seinasta hálvt annað árið hevur hon aftur arbeitt í viðtaluhølunum hjá P. Højgaard, kommunulækna. Umframt Janu Dalsgaard vórðu hesar valdar í nevndina: Óluva Lómstein, næstforkvinna, Anna Maria Simonsen, Æna Reinert, Hervør Zachariasen og Elsa Vest, nevndarlimir, og Anna Samuelsen, eykalimur.