Fleiri av teimum lokalu arbeiðarafeløgunum eiga at leggja saman í størri feløg.
Tað var ein boðskapur á hundrað ára hátíðarhaldinum hjá Arbeiðsmannafelagnum, Fylking, á Tvøroyri flaggdagin.
Fleiri av teimum sum bóru Fylking eina heilsan, purraðu uppundir at arbeiðarafeløg leggja saman í størri feløg, ella í minsta lagi samstarva nógv meiri enn tey gera í dag.
Her kann leggjast afturat, at bara í Suðuroy við færri enn 4.700 fólkum, eru heili 11 arbeiðarafeløg. Bæði í Hvalba og í Vági eru bæði arbeiðsmannafelag og arbeiðskvinnufelag, og á Tvøroyri eru heili trý arbeiðarafeløg, Arbeiðsmannafelagið Fylking, Fiskepigernes Fagforening og Arbeiðskvinnufelagið, Drósan. Annars eru arbeiðarafeløg í Fámjin, í Hovi, í Porkeri og í Sumba.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, vónar, at tað samskifti, sum hevur verið ímillum Fylking, og hini arbeiðarafeløgini, endar við at tey leggja saman fyri at standa sterkari.
Eisini Hildibjørg Brattalíð, forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum, Drósuni, á Tvøroyri, heldur, at tíðin er farin frá teimum lokalu arbeiðarafeløgini, sum stava frá eini tíð, har tað illa var farandi ímillum bygdir.
- Nú eru ikki meiri enn einir tveir, tríggir tímar at ferðast úr øðrum enda á landinum í hon.
- Tí heldur hon, at gongdin fer helst at vera tann, at lokalfeløgini verða niðurløgd, sum frálíður, og at tað bara verður sjálvt meginfelagið, Føroya Arbeiðarafelag, eftir.
Sunrid Vang, forkvinna í Fiskepigernes Fagforening, er ikki ósamd. Hon sigur, at tosað hevur verið um betri samstarv ímillum feløgini, uttan kanska heilt at leggja tey saman.
Hon vísir á, at tað er meiri enn torført at fáa fólk at møta á fundi í lokalfeløgunum, og annars er tað Føroya Arbeiðarafelag, sum tekur tað stóra stríðið við arbeiðsgevararnar.
Hon veit eisini, at hóast lokalfeløg eru, ringja arbeiðsfólk beinleiðis til Føroya Arbeiðarafelag, tá ið trupulleikar og ivamál stinga seg upp, heldur enn at venda sær til lokalfeløgini.
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðafelag, heldur, at fleiri av lokalu feløgunum eiga at leggja saman.
- Summi feløg eru so smá, at tey eru ikki virkisfør, sigur hann.
Hinvegin heldur hann ikki, at tíðin heilt er farin frá lokalu arbeiðarafeløgunum, tí tey eru á staðnum og hava betri føling við tí, sum fyriferst lokalt.
Men fyri aftur at taka Suðuroy sum dømi, heldur Georg F. Hansen, at tey 11 feløgini, sum eru í oynni, áttu at lagt saman, so at tað kanska vóru tvey feløg eftir, eitt í norðaru helvt og eitt í syðru helvt.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá 100 ára hátíðarhaldinum hjá Fylking