Samanlegging skaðar góðskuna

- Sum fjølmiðlamaður sjálvur meti eg tað vera ein avgjørdur fyrimunur, at talan er um tveir sjálvstøðugar almennar fjølmiðlastovnar í staðin fyri ein einsamallan og sterkan loftmiðil, sigur Jógvan Arge. Hann metir seg ikki hava ein gegnistrupulleika, hóast hann bæði er formaður í Mentanarnevndini og varastjóri í ÚF

Jógvan Arge er formaður í Mentanarnevndini, eftir at Annita á Fríðriksmørk fór niðan í Mentamálaráðið, og umframt hetta er hann varastjóri í Útvarpi Føroya. Tískil er Jógvan Arge sera viðkomandi í sambandi við uppskotið um samanlegging av SVF og ÚF, og hevur hann síni greiðu sjónarmið.
- Eg kann ikki siga, hvørja áskoðan Mentanarnevndin hevur, men sum fjølmiðlamaður meti eg tað avgjørt vera betri fyri tíðindagóðskuna at hava tveir sjálvstøðugar almennar fjølmiðlastovnar í staðin fyri ein sterkan og einsamallan, vísir Jógvan Arge á.
Sambært honum viðger nevndin bara mál, sum skulu í tingið, og hevur samanlegging av ÚF og SVF tískil ikki verið viðgjørd í Mentanarnevndini.

Eingin gegnistrupulleiki
Jógvan Arge er rættiliga innarlaga í hesum máli, tí umframt sess sín í áður umtalaðu nevnd er hann varastjóri í ÚF. Hetta metir hann tó ikki hava nakran trupulleika við sær.
- Ein lærari kann viðgera skúlamál, fiskimenn og reiðarar kunnu viðgera fiskivinnumál, og á sama hátt meti eg tað ikki vera skeivt, at ein fjølmiðlamaður kann viðgera fjølmiðlamál, sigur Jógvan Arge.
Hóast talan í hesum føri er um ein ávísan stovn, har hann er varastjóri, sær Jógvan Arge ongan trupulleika við hesum.