Samantha Fox á Voxbotn

Í 80'unum prýddu plakatir av henni veggin hjá mongum unglingum í Føroyum. Í summar verður hon á Voxbotn.

Enska songkvinnan Samantha Fox verður millum nøvnini, ið fara á pall í Voxbotni í summar.


Samatha Fox var dreymurin hjá mongum ungum manni í 80’unum, og songkvinnan prýddi veggin hjá unglingum í øllum vesturheiminum og ikki minst í Føroyum. Løg sum Touch Me, Naughty Girls (Need Love Too), Nothing's Gonna Stop Me Now, I Wanna Have Some Fun, I Only Wanna Be with You og onnur drønaðu upp eftir topplistunum kring heimin. Tað fyrstnevnda lá ovast á topplistunum í 17 ymiskum londum.

 

Samantha Fox samstarvaði á fleiri útgávum við hittmakararnar Stock/Aitken/Waterman, ið stóðu handan fleiri av allar størstu poppnøvnunum í 80’unum. Hetta samstarvið riggaði væl, og gjørdi Samanthu Fox til eina stjørnu á pallinum.

 

- Tað er eingin ivi um, at hennara útsjónd spældi inn í, at hon gjørdist so kend, men tað skerst heldur ikki burtur, at hennara sangir vóru góð poppløg, ið fangaðu og sum enn tann dag í dag eru frálíkt soundtrack til eina poppveitslu, siga fyrireikararnir. Í 2008 valdi bretska blaðið The Sun han til bestu síðu 3 gentu nakrantíð. 

Samantha Fox endurútgav í 2009 sínar fløgur, og í desember sama ár, kom hennara greatest hits fløga. Í løtuni ferðast hon við sínum stóra hittskatti og spælir á eitt nú festivalum. Nú kemur hon til Føroyar og verður at hoyra á Voxbotn, leygardagin 27. juni.

 

Umframt Samanthu Fox er svenska popsensatiónin John Martin, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, trubadururin Stanley, popstjørnuskotið Ester Kristiansen og divairnar í Flammu avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin.