Samba í Manchester

Framman fyri nýggju eigarunum høvdu Robinho, Jo og liðfelagarnir í Manchester City sanna fótbóltsframsýning, tá Portsmouth varð sent heim við tenniseggi

Fótbóltur

 

René Tórgarð togaði seg fram í ensku yvirskriftirnar, tá hann við einum framúr góðum avriki helt tapinum hjá EB/Streymi niðri á tveimum málum í útdystinum í UEFA-Cup.

David James – málverji hjá enska landsliðnum og Portsmouth – fann eisini sín veg til yvirskriftirnar eftir dystin í Manchester leygardagin, men tað var nú ikki einvíst positiv umrøða, sum talan var um.

James átti nevnliga sín stóra lut í skrædlinum, sum var Portsmouth fyri, og tað man vera lítil ivi um, at kritikkurin eirindaleyst fer at hegla oman yvir málverjan, sum tó helst eisini verjir stólparnar, tá Ongland um tvær vikur aftur skal í altjóða eldin.

Men tað tók ikki gleðina frá nýggju eigarunum hjá Manchester City. Khaldoon Al Mubarak var millum áskoðararnar, og hann kundi fegnast um eina sanna samba-uppvísing, har nýkeyptu Jo og Robinho dusaðu sær, og har málini javnt og samt fullou aftan fyri David James, soleiðis at talan at enda gjørdist um tennis-egg til Portsmouth, sum annars hevur átt eina av bestu verjunum í Premier League seinnu árini.

 

Meistararnir bjargaðu sær

Stórdysturin hetta umfarið var annars á Stamford Bridge, har Chelsea tók ímóti Manchester United.

Eins og í fjør, so hevur byrjanin hjá Manchester United ikki verið nakað serlig hetta kappingarárið, og við einum sigri kundi Chelsea lopið níggju stig framum meistararnar.

Tað eydnaðist tó reyðu devlunum at fáa eitt stig við sær. Leingi var eisini líkt til, at talan skuldi verða um trý av slagnum, eftir at Jing-Su Park hevði lagt gestirnar á odda.

Chelsea trýsti tó støðugt á málið, og tað økti neyvan um tryggleikan, at ein skaddur Van der Saar mátti av vøllinum. Men tað var ikki fyrr enn seint í dystinum, at Kalou við høvdinum kundi vissa Chelsea ein uppibornan javnleik.

 

Stórlið í kreppu

Hóast kappingarárið er ungt, so skerst ikki burtur, at tvey av meira siðvandu liðunum í Onglandi eru í sera trongum skóm.

Newcastle er framvegis í sama aldudali, sum teir hava verið í seinnu árini, og á útivølli móti West Ham formáddu teir svørt/hvítu sær sera lítið.

Og hjá Tottenham bíða tey enn eftir fyrsta sigrinum á árinum. Útlitini vóru annars góð, tá Wigan kom á vitjan, men hóast Tottenham royndi at trýsta, so endaði tað málleyst, og tað er væl lítil ivi um, at bæði áskoðarar og venjari sakna mongu málini, sum Berbatov og Keane borgaðu fyri.