Samband millum orkudrykkir og rúsevnisnýtslu

Tannáringar, sum drekka nógvar orkudrykkir eru í størri vanda fyri at verða bundin av rúsandi evnum, so sum kokain og amfetamin, seinni í lívinum. Tað vísur ein nýggj kanning tíðarritinum í Drug and Alcohol Dependence, sum University of Maryland hevur gjørt.

 

 

1099 fólk luttóku í kanningini, sum vardi fýra ár. Á leið helvtin av luttakarunum vórðu mettir at verða bundnir at orkudrykkunum í hesum árunum kanningin vardi, og tað vóru júst hesi, ið vóru í vanda fyri, at gerast bundin at rúsandi evnum, tá tey vóru blivin 25 ár. 

 

 

- Kanningin vísur, at ein ávís nýtsa av orkudrykkum er tengd at rúsevnisnýtlsu seinni í lívinum, sigur Amelia Arria, professari, sum hevur staðið á odda fyri kanningini, við news.com.au. 

 

 

- Úrslitini benda á, at tey, ið drekka orkudrykkir eru í størri vanda fyri at velja onnur rúsevni, sigur hon.