Sambands- og Javnaðarflokkur vinna sessirnar

Men nú styttist millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi

Men nú styttist millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

 

Tað vísir nýggja veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.

 

Sambært kanningini fær Sambandsflokkurin fyrra fólkatingssessin við 26,5 prosentum av atkvøðunum, og Javnaðarflokkurin fær hin sessin við 22,4 prosentum av atkvøðunum.

 

Men kannignin vísir eisini, at tað nú er styttri millum Javnaðarflokkin og Tjóveldi, enn tað var í hinum kanningunum.

 

Tjóðveldi fær í kanningini 20,7 prosent. Tað er 1,7 prosenstig minni, enn Javnaðarflokkurin fær.

 

Kanningin gevur hetta úrslit:

 

 

Fólkatingsval

Kanning

Í mun til

Tingmannabýti

Tingmannatal

 

sept. '11

15. juni 2015

seinasta val

seinasta val

í kanning

Fólkaflokkurin

19

16,1

-2,9

0

0

Sambandsflokkurin

30,8

26,5

-4,2

1

1

Javnaðarflokkurin

21

22,4

1,5

1

1

Sjálvstýrisflokkurin

2,3

2,5

0,2

0

0

Tjóðveldisflokkurin

19,3

20,7

1,4

0

0

Miðflokkurin

4,2

6

1,8

0

0

Framsókn (/Poul Michelsen)

3,3

3,7

0,4

0

0

Uttanflokkalisti (ZW)

0

1,9

1,9

-

0

Tilsamans

100

100

 

2

2

 

 Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samørðu frá Rás2 við Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing, sum hevur staðið fyri kanningini.