Landsfundur
Føroyar hava brúk fyri eini størri lopfjøl út í heim, enn ríkisfelagsskapurin kann geva okkum.
Tað er ein niðurstøða á landsfundi sambandsfloksins hetta vikuskiftið.
Í hesum sambandi heldur flokkurin, at ES eitt gott boð og flokkurin heldur eisini, at vit eiga at taka støðu til ES skjótast gjørligt.
- Sambandsflokkurin mælir tí til, at tiknar verða upp samráðingar við ES, fyri at fáa staðfest, hvat hesin felagsskapur hevur at bjóða føroyingum, og undir hvørjum treytum vit kunnu samstarva, sigur sambandsflokkurin í eini yvirlýsing eftir landsfundin.
Flokkurin heldur eisini, at fólkaatkvøða eigur at vera í Føroyum í seinasta lagi um fýra ár.
Annars fegnast sambandsfólk um úrslitini, sum flokkurin, hevur nátt higartil í valskeiðnum, saman við hinum samgonguflokkunum.
- Uttanríkispolitiska heimildarlógin og yvirtøkulógin eru nýskipanaruppskot Sambandsfloksins í verki, og hesar eru grundarlagið undir politikki samgongunar á tí ríkisrættarliga økinum.
Flokkurin vil eisini, at allar fyritøkurnar hjá landinum skulu vera einskildare í seinasta lagi í 2012
Hann tekur eisini undir við tí politiska arbeiðinum, sum er farið í gongd og sum miðjar eftir at geva kvinnum øktan leiklut í politikki.
- Veljarin skal sjálvur avgera, hvønn hann velur, men politisku flokkarnir hava ábyrgdina av at virka fyri, at møguleiki altíð er at velja bæði kvinnur og menn.
Sambandsfólk halda eisini, at bíðitíðin at fáa viðgerð á sjúkrahúsunum er alt ov long og eigur at verða stytt, soleiðis at hon undir ongum umstøðum verður meira enn 2 mánaðar. Hetta skal gerast við at sjúklingurin fær viðgerð antin innan- ella uttanfyri ríkisfelagsskapin, privat ella alment.
Tað merkir, at peningurin skal fylgja sjúklinginum.
Somuleiðis heldur flokkurin eisini, at eingin skal verða noyddur út av arbeiðsmarknaðinum tá hann røkkur 67 ára aldri.
- Tann einstaki skal sjálvur hava møguleika at velja, nær farið verður út av arbeiðsmarknaðinum.